Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. februar 2020
Heimleiðisfundur við Trade Council úr Danmark
Heimleiðistiltak verður í Vinnuhúsinum mikudagin 19. februar kl. 14.30, har Trade Council úr Danmark leggur fram um sítt virksemi og fíggingarskipanir v.m.

Seks umboð fyri Trade Council í Danmark (fyrrverandi eksportráðið) vitja í Føroyum í døgunum 19.-20. februar.

 

Í hesum sambandi er møguligt hjá føroyskum fyritøkum at hitta umboðini, um áhugi er fyri tí í skipanunum hjá Trade Council innan útflutning, nýskapan, altjóðagerð og íløguframa, og hvørjar møguleikar hetta kann geva fyritøkuni.

 

Heimleiðisfundur verður í Vinnuhúsinum mikudagin 19. februar kl. 14.30, har Trade Council í Danmark leggur fram um sítt virksemi og fíggingarskipanir v.m. Vinaliga sigið frá á industry@industry.fo, um tit ætla at luttaka á heimleiðistiltakinum. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 18. februar kl. 15.

Aftaná heimleiðisfundin er eisini møguleiki hjá áhugaðum fyritøkum at hava fund við umboðini Trade Council, um áhugi er fyri tí.

 

Sí meira um skipanirnar hjá Trade Council her: https://thetradecouncil.dk/

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi