Tíðindi: Havbúnaður Ι 24. februar 2020
Aliráðstevnan fullteknað
Aliráðstevnan 2020, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 28. februar, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum.

 

Omanfyri 400 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna um dagin, og somuleiðis vera uml. 400 fólk til veitsluhaldið um kvøldið. Tað eru í størstan mun fólk úr alivinnuni, sum luttaka á ráðstevnuni, men eisini umboð fyri undirveitarar, fólk úr granskingarumhvørvinum og umboð fyri almennar myndugleikar. Talan er í mestan mun um føroyingar, men eisini fólk úr útlandinum leggjast afturat. Í hesum sambandi verða framløgurnar í ár eisini tulkaðar til enskt.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi