Tíðindi: Ferðavinna Ι 24. februar 2020
Skeið: Reingerð – spar tíð og minka um útreiðslurnar
Sum limur í HORESTA hevur Ferðavinnufelagið møguleika fyri at bjóða skeiðið “Reingerð – spar tíð og minka um útreiðslurnar” til sínar limir.

 

Skeiðið verður hildið:

 

Fríggjadagin 27. marts 2020 kl 9.30-15.30 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7

 

Kostnaður: Kr. 1.500,- fyri hvønn, matur íroknaður

 

Tilmeldingarfreist 13. mars 2020

 

Í mesta lagi 16 luttakarar, bert limir í Ferðavinnufelagnum

 

Reingerð er ein føst útreiðsla fyri flest allar fyritøkur, men fyri hotell og onnur, ið hava gistandi gestir ella kostgestir, er reingerðin ein týðandi og avgerandi partur av dagliga virkseminum. Tær minstu broytingarnar í dagliga rakstrinum kunnu gera mun á botnlinjuni.

 

Til ber ikki at rokna út og búskettera útreiðslurnar til reingerð bara við støði í fermetratali og gistitali.  Tað kann verða kostnaðarmikið ikki at vera tilvitaður um, hvørji viðurskifti ávirka reingerðartíðina og harvið útreiðslunar.

 

Tíð, orka og peningur kann sparast við at fáa innlit í reingerðaruppgávuna, og hetta skeið er til teirra, sum ynskja eina betri fatan av, hví reingerðin tekur ta tíð, hon ger, og hví hon kostar tað, hon ger.

 

Skeiðsluttakarar fáa fylgjandi burturúr:

 

-   Verða tilvitaður um, hvussu aðrar eindir kunnu ávirka reingerðartíðina
-   Lýsing av fyrimunum og vansum við innanhýsis og uttanhýsis reingerð
-   Búskettera reingerðina rætt og slepp undan at fara út um búskettið og fáa eykarokningar
-   Verða tilvitaður um starvsfólkamotivatión í reingerðareindini

 

Á skeiðnum verður eisini eitt útrokningaramboð útflýggja, soleiðis at hvør einstakur luttakari fær rokna tíðarnýtsluna til reingerð í egnari fyritøku út.

 

Arbeitt verður við Excel ein part av tíðini, so luttakarar mugu hava egna teldu við excel við sær á skeiðið. Neyðugt er ikki at hava royndir við excel, talan verður bert um at sláa tøl inn á eitt ávíst excelark, sum undirvísarin hevur við sær ella hevur sent frammanundan.

 

Undirvísari á skeiðnum er Kaare Harry Kjerrumgaard, sjálvstøðugur undirvísari og ráðgevi. Kaare hevur 20 ára royndir í vinnugreinini og arbeiðir við revenue management, internetsølu, bókingarskipanum og housekeeping.

 

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo innan 13. mars 2020. Minst til at viðmerkja navn og teldupost. Tilmeldingin er bindandi.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi