Tíðindi: Ferðavinna Ι 24. februar 2020
Oddamaður innan MICE ferðavinnu á Ferðavinnustevnuna 20. mars
Patrick Delaney er víðagitin innan MICE (Meetings, Incentives, Conferences og Exhibitions)og ferðast í dag kring heimin at halda fyrilestrar og skeið um MICE.

 

Patrick Delaney er útbúgvin í ’Hospitality Managament’ á Dublin Institute of Technology. Patrick hevur starvast á hotellum í Írlandi og Canada. Millum annað hevur hann starvast sum sølu- og marknaðarstjóri fyri eitt 5 stjørnað luksus hotelbrand í Írlandi. Hann hevur eisini starvast fyri írska ferðaráðið í 11 ár í USA, har hann stóð á odda fyri sølu og marknaðarføring.

 

Í 1993 stovnaði Patrick Delaney saman við Pádraic Gilligan fyritøkuna, sum í dag verður nevnd Ovation Global DMC. Í 2007 var fyritøkan latin í hendurnar hjá MCI Group og hevur í dag skrivstovur kring allan heim.

 

Patrick Delaney og Pádraic Gilligan hava í dag fyritøkuna SoolNua, sum er ein MICE stova, sum hjálpir ferðamálum, hotellum og øðrum við strategi, marknaðarførslu og venjing við støði í teirra serkunnleika og førandi leikluti á økinum.

 

Patrick Delaney hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri sítt arbeiði og er ein umbiðin fyrilestrahaldari, og Ferðavinnufelagið er sera fegið um, at hann verður á skránni til Ferðavinnustevnuna 20. mars í Kongshøll.

 

Les meir um Ferðavinnustevnuna og tilnevningar til heiðursbrøv her. 

 

Luttøkukostnaður:

Limir í Ferðavinnufelagnum:

    - Kr. 600,- fyri hvønn luttakara um dagin

    - Kr. 1.000,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 1.000,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.800,- fyri luttøku um dagin og kvøldið


Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

 

Tilmeldingarfreistin er 18. mars 2020.

 

Melda til her

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi