Tíðindi: Ferðavinna Ι 02. mars 2020
Ferðavinnustevnan 20. mars 2020 – opið er fyri tilmeldingum
Ferðavinnustevnan er árliga tiltakið hjá Ferðavinnufelagnum, har ferðavinnufólk koma saman at skjóta ferðavinnuárið í gongd.

 

Stevnan verður í ár, sum vanligt, skipað við einum seinnapartstiltaki og eini veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv verða handað.

 

Høvuðsevnið á Ferðavinnustevnuni í ár er MICE ferðavinna. MICE stendur fyri Meetings, Incentives, Conferences og Exhibitions og verður ofta nevnd vinnuferðavinna á føroyskum. Hugtakið er breitt og er ofta at hoyra í ferðavinnuhøpi, sum ein serliga úrtøkugóð ferðavinnugrein. Spurningurin er tó, um vit veruliga vita, hvat MICE ferðavinna fevnir um, og hvørjir møguleikar føroysk ferðavinna hevur í MICE ferðavinnu.

 

Hetta verður evnið á Ferðavinnustevnuni í Kongshøll 20. mars, tá ið vit fara at hoyra bæði yvirskipað og ítøkiliga um ætlanir og møguleikar og royndir og avbjóðingar í MICE ferðavinnu í Føroyum.

 

Vit eru so heppin at hava fingið Patrick Delaney á skránna til Ferðavinnustevnuna. Hann er ein av fremstu oddafólkunum í MICE ferðavinnuni og fer vónandi at geva føroysku ferðavinnuni íblástur til at gera enn meira við vinnuferðavinnu.

 

Melda til her 

 

Luttøkukostnaður:

 

Limir í Ferðavinnufelagnum:

    - Kr. 600,- fyri hvønn luttakara um dagin

    - Kr. 1.000,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 1.000,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.800,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

 

Tilmeldingarfreistin er 18. mars 2020.

 

Les meir um Ferðavinnustevnuna og tilnevningar til heiðursbrøv her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi