Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. mars 2020
Kunning til arbeiðsgevarar um coronavirus
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið fyrispurningar frá limum um hvussu fyritøkur skulu fyrihalda seg í sambandi við coronavirus (COVID-19). Heitt verður á arbeiðsgevarar um at kunna seg um hesi viðurskifti.

Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum ber til at lesa meira um coronavirus, og um hvussu man skal fyrihalda seg í mun til smittuvanda og ferðing uttanlands. Sí leinkja her.

 

Dansk Industri hevur savnað saman ofta settir spurningar um arbeiðsrættarlig viðurskifti í sambandi við coronavirus.

 

Á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum er kunning til føroyingar, sum eru staddir uttanlands. Sí leinkja her. 

 

Eisini kunnu limir venda sær til okkara við ítøkiligum spurningum á telefon 309900.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi