Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 06. mars 2020
Kunning til arbeiðsgevarar um coronavirus
Nú coronavirus (COVID-19) er staðfest í Føroyum, er neyðugt at arbeiðsgevarar eru væl kunnaðir um arbeiðsrættarlig viðurskifti í hesum sambandi.

 

Gjørt verður vart við, at tá ið heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólki at verða heima í sóttarhaldi, verður løn goldin eftir galdandi reglum um sjúkrafráveru. Hetta merkir, at starvsfólk annaðhvørt hava rætt til løn undir sjúku ella dagpenging. Sí nærri vegleiðing her.

 

Tað er umráðandi at kunna starvsfólk um, hvussu tey á bestan hátt verja seg móti smittuni. Her er eitt uppskot til vegleiðing, sum arbeiðsgevarar kunnu brúka sum kunning til starvsfólki. 

 

Heilsumyndugleikarnir hava gjørt plakatir ið greiða frá, hvussu fólk skulu bera seg at í mun til coronavirus. Arbeiðsgevarar kunnu eisini printa hesar, og hanga tær upp á arbeiðsplásinum. Sí her:

 

Plakatir - Heilsumyndugleikarnir

Plakatir - WHO

 

Til ber at lesa meira um coronavirus, smittuvanda og vegleiðingar á heimasíðunum niðanfyri:

 

Heilsumálaráðið  

 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið  

 

Arbeiðseftirlitið  

 

Um arbeiðsgevarar hava spurningar um arbeiðsrættarlig viðurskifti í sambandi við coronavirus ber til at ringja á telefon 309900.

 


Vegleiðing frá Lønardeildini

Lønardeildin hevur gjørt eina vegleiðing um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við coronsvirus, og har stendur soleiðis:

 

Vegleiðing um rættindini og skyldur í mun til fráveru í sambandi við, at COVID-19 er staðfest í Føroyum, er galdandi fyri aðalráðini og stovnar landsins.

 

Løn til starvsfólk, ið hevur fingið staðfest COVID-19
Hevur eitt starvsfólk fingið staðfest COVID-19, eru vanligu reglurnar viðvíkjandi sjúku galdandi. Í stuttum merkir tað, at talan er um lógligt forfall, og at løn verður goldin eftir galdandi reglum.

 

Sí vegleiðing um løn undir sjúku.

 

Hvørji atlit skal arbeiðsgevari taka til onnur starvsfólk, um eitt starvsfólk hevur fingið staðfest COVID-19

 

Í slíkum førum hevur arbeiðsgevarin skyldu at seta seg í samband við Landslæknan, ið ger neyðugu vágametingina og tekur støðu til, um starvsfólk skulu sendast heim í sóttarhald.

 

Tá ið heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólk at verða í sóttarhaldi

Tá ið heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólki at verða heima í sóttarhaldi, verður løn goldin eftir galdandi reglum um sjúkrafráveru. Hevur starvsfólkið ikki fingið staðfest sjúkuna, eigur arbeiðsgevarin, um umstøðurnar loyva tí, at áleggja starvsfólkinum at arbeiða heimanífrá. Hevur starvsfólkið fingið staðfest sjúkuna, men hevur eingi sjúkraeyðkenni, eigur arbeiðsgevarin somuleiðis at áleggja starvsfólkinum at arbeiða heimanífrá, um umstøðurnar loyva tí.

 

Tá starvsfólk sjálvi ynskja at verða heima í sóttarhaldi
Velur starvsfólkið sjálvt at verða heima í sóttarhaldi, tí viðkomandi sjálvur metir, at hetta er neyðugt, eigur arbeiðsgevarin í fyrstu atløgu at biðja starvsfólkið seta seg í samband við Landslæknan fyri at kanna, um sóttarhald er neyðugt. Metir Landslæknin ikki, at sóttarhald er neyðugt, eigur arbeiðsgevarin at gera eina ítøkilig meting um fráveru og rætt til løn.

 

Starvsfólk, ið ikki kunnu møta til arbeiðis aftan á feriu uttanlands, tí myndugleikarnir kunngera ferðaforboð í landinum, har viðkomandi hevur hildið feriu.

Kunngera myndugleikarnir í landinum ferðaforboð vegna COVID-19, og starvsfólkið tí ikki sleppur til Føroya, er talan um lógliga fráveru og starvsfólkið hevur rætt til løn eftir galdandi reglum.

 

Velur flogfelag at avlýsa fráferðir av øðrum ávum, er talan um lógliga fráveru. Tó hevur starvsfólkið ikki rætt til løn undir fráveruni.

 

Kann starvsfólk sýta at loysa eina uppgávu grundað á COVID-19

Sýtir eitt starvsfólk at loysa ávísa uppgávu við smittuvanda sum grundgeving, eigur arbeiðsgevarin at gera eina ítøkiliga meting av støðuni. Í slíkum førum kann verða neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at ráðføra seg hjá Landslæknanum.

 

Starvsfólk velur at fara at ferðast í landi, har Uttanríkisráðið mælir frá at fara

Arbeiðsgevarin hevur ikki heimild at nokta starvsfólkinum at fara avstað.

 

Verður starvfólk smittað við COVID-19, kann verða talan um, at starvsfólkið av egnum ávum gert sjúkt. Tá er í útgangsstøði talan um lógliga fráveru, men verður staðfest, at starvsfólkið er vorðið smittað av egnum ávum, hevur starvsfólkið ikki rætt til løn undir sjúku. Sama er galdandi, um heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólkinum at verða í sóttarhaldi. Hetta bæði fyri og eftir heimkomu.

 

Hetta er bara galdandi, um Uttanríkisráðið hevur mælt frá ferðum áðrenn fráferð hjá starvsfólkinum.

 

Ein ítøkilig meting skal altíð gerast, tá ið arbeiðsgevari skal staðfesta, um talan er um sjúku av egnum ávum.

 

Metast má eitt nú um forboðið er kunngjørt so mikið seint, at starvsfólkið ikki hevði møguleika at verða kunnað um forboðið fyri fráferð.

 

Kann planløgd feria verða broytt, tí starvsfólkið ikki vil halda feriu vegna COVID-19?

Starvsfólkið hevur ikki rætt til at broyta feriu. Loyva umstøðurnar tí, kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk tó gera avtalu um at broyta feriu.

 

Starvsfólk fær ikki ansing til barn, tí dagstovnur ella skúli er stongdur vegna COVID-19

Starvsfólk hevur skyldu at møta til arbeiðis, hóast ansing ikki fæst til børnini. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at gjalda løn til starvsfólk, sum eru fráverandi av hesi orsøk.

 

Tó eiga arbeiðsgevarin og starvsfólkið, har umstøðurnar loyva tí, saman at finna eina loysn, soleiðis at starvsfólkið antin arbeiðir heimanífra, avspákar ella heldur feriu við ella uttan løn.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi