Tíðindi: Ferðavinna Ι 09. mars 2020
Tilnevningar til heiðursbrøv í ferðavinnuni
Á árligu Ferðavinnustevnuni, sum í ár verður í Kongshøll og SILO tann 20. mars, verða heiðursbrøv handað ársins ferðavinnufólki, ársins eldsál og ársins nýbroti.

Tilnevningar við grundgevingum kunnu sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars.

 

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Barbara Samuelsen fyri kunningarstovurnar.

 

Heiðursbrøvini verða handað á veitsluni í SILO.

 

Les meira um Ferðavinnustevnuna 2020 her

 

Melda til her

 

Luttøkukostnaður:

 

Limir í Ferðavinnufelagnum:

    - Kr. 600,- fyri hvønn luttakara um dagin

    - Kr. 1.000,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 1.000,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.800,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

 

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

 

Tilmeldingarfreistin er 18. mars 2020.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi