Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. mars 2020
Hjálparátøk til vinnufyritøkur
Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir saman við Landsstýrinum við at finna loysnir, sum kunnu betra um viðurskiftini, hetta fyri at avmarka ávirkanina á størv og fyritøkur.

Fyribyrgjandi tiltøkini, ið verða sett í verk fyri at fyribyrgja COVID-19, hava stóra ávirkan á føroyskar vinnufyritøkur.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir saman við Landsstýrinum við at finna loysnir, sum kunnu betra um viðurskiftini, hetta fyri at avmarka ávirkanina á størv og fyritøkur. 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, tað hava stóran týdning at fáa greiðu á, hvørji hjálparátøk landsstýrið ætlar at seta í verk, og ger felagið alt fyri, at hetta verður avgreitt í vikuskiftinum. Vit vóna og vænta tí, at politiska skipanin somuleiðis gera alt, sum gerast kann, soleiðis at hetta verður avklárað sum skjótast.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi