Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mars 2020
Her finnur tú upplýsingar um coronavirus
Vit hava savnað nakrar heimasíður við vegleiðingum og góðum ráðum í sambandi við COVID-19 og coronavirus

Føroyskar síður

Føroysku myndugleikarnir hava gjørt eina heimasíðu við nýggjastu upplýsingum um corona í Føroyum. Har kanst tú kunna teg um m.a. ferðing, arbeiði/løn, reinføri og sóttarhald.

 

https://corona.fo

 

Heilsumálaráðið hevur kunning um COVID-19 á síni heimasíðu.

https://www.hmr.fo

 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur vegleiðing um eitt nú ferðing og skúlar/dagstovnar.

https://www.ummr.fo

 

Landssjúkrahúsið vegleiðir borgarar, hvussu tey skulu seta seg í samband við sjúkrahús og heilsumyndugleikar.

https://ls.fo

 

Arbeiðseftirlitið hevur hesa vegleiðing um arbeiðsumhvørvi og coronavirus. https://arb.fo/news/88/arbeidsumhvorvi-og-coronavirus

 

Vinnuhúsið hevur kunning um starvsfólkaviðurskifti.

https://www.industry.fo/

 

Vinnuhúsið kunnar fyribils um COVID-19 og coronavirus á vanligu heimasíðuni. Vinnuhúsið fer ein av komandi døgunum at hava eina heimasíðu klára, har øll kunning til limirnar í s.v. coronavirus verður savnað. Kunnað verður nærri, tá síðan er klár.

 

 

Danskar síður

 

Sundhedsstyrelsen í Danmark kunnar regluliga um COVID-19.

https://www.sst.dk

 

Danski Serumstovnurin hevur eina serliga síðu um COVID-19

https://www.ssi.dk

 

Heimasíðan hjá danska uttanríkismálaráðnum hevur ferðavegleiðingar og svarar vanligastu spurningunum um ferðing.

https://um.dk

 

 

Altjóða síður

Hjá World Health Organization WHO finnur tú kunning um coronavirus COVID-19.

https://www.who.int

 

Evropeiski stovnurin fyri sjúkufyribyrging og –eftirlit (ECDC) kunnar regluliga um útbreiðslu av COVID 19 og hevur vegleiðingar av ymsum slag.

https://www.ecdc.europa.eu/en

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi