Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mars 2020
Spurningar og svar um coronavirus
Føroyar eru raktar av coronavirus Covid-19 eins og fleiri onnur lond. Almenn arbeiðspláss eru í stóran mun latin aftur, og nógv starvsfólk send heim. Fyri at samfelagið ikki skal steðga upp, heldur vinnuligt virksemi fram so ótarnað sum til ber. Vit skulu framvegis framleiða vørur og tænastur til føroyska samfelagið og umheimin.

 

Broytingar henda støðugt, og tí eru nógv ivamál hjá arbeiðsgevarum. Vinnuhúsið roynir av øllum alvi at svara øllum spurningum, sum fyritøkur kunnu hava, og vit hava eisini tætt samband við myndugleikarnar.

 

Her eru svar upp á nakrar vanligar spurningar.

 

Hvussu tryggi eg arbeiðsplássið best móti coronasmittu?

Svar: Umráðandi er, at arbeiðsgevarar fylgja teimum tilmælum, sum myndugleikarnir geva. Hesi tilmæli verða javnan dagførd.

 

Her eru nøkur góð ráð:

-   Øll ferðing uttanlands í arbeiðsørindum verður steðgað.
-   Alt fundarvirksemi verður avmarkað ella steðgað. Hav fjarfundir, um tað ber til.
-   Mælt verður til fjararbeiði, soleiðis at starvsfólk arbeiða heima, tá tað letur seg gera.
-   Být arbeiðsplássið ella deildir upp í smærri bólkar, sum eru skild sundur í tíð ella stað. Hetta fyri at tryggja, at ov nógv fólk ikki er savnað á einum stað, og at tað ávirkar so fáar starvsfelagar sum møguligt, um starvsfólk verður smittað.
-   Ger avtalur við álitisfólkini á arbeiðsplássunum um, hvussu arbeiðið kann leggjast til rættis.
-   Fylg leiðreglum frá myndugleikum um reinføri.

 

 

Kunnu starvsfólk vera burtur frá arbeiði, tí børnini ikki verða ansað?

Svar: Starvsfólk, sum arbeiða í privatu vinnuni hava rætt til at fáa børn síni ansað, um ikki onnur loysn verður funnin.

 

Starvsfólkið eigur at kanna í sínari kommunu, hvussu møgulig ansing er skipað.

 

Starvsfólk hava sjálvi ábyrgd av at fáa síni børn ansað.

 

 

Hvussu við løn, um starvsfólk fær Covid-19?

Svar: Um starvsfólk eru smittað við Covid-19, eru tey sjúk, og tey hava tá rætt til løn undir sjúku sambært sáttmála ella sjúkradagpening sambært dagpeningalógini.

 

Í hjálparpakkanum, sum landsstýrið legði fram sunnudagin 15. mars, er eitt av átøkunum, at ein afturrindanarskipan verður gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Arbeiðgevarar fáa afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening.

 

 

Hvussu við løn, tá heilsufakligi myndugleikin áleggur starvsfólki at fara í sóttarhald?

Svar: Um starvsfólk eru áløgd at fara í sóttarhald, tí tey hava verið saman einum smittaðum, eiga tey at fáa sjúkraváttan. Sostatt hava tey rætt til løn undir sjúku sambært sáttmála ella sjúkradagpening sambært dagpeningalógini.

 

Sí leinki um dagpening her: https://www.av.fo/fo/utgjold-og-veitingar/sjukradagpengar/

 

 

Um starvsfólk fara í sóttarhald?

Svar: Um fólk hava sjúkueyðkenni ella hava ferðast til øki við smittuvanda, verður mælt teimum til at fara í sjálvboðið sóttarhald.

 

Mælt verður til, at fyritøkur fylgja almennum tilmælum. Sí leinkju her: https://corona.fo/tilmaeli

 

Tá ið starvsfólk fara í sjálvboðið sóttarhald, hava tey sum útgangsstøði IKKI rætt til løn. Í  hjálparpakkanum, sum landsstýrið legði fram sunnudagin 15.mars, er eitt av átøkunum, at dagpengalógin eisini fer at fevna um løntakarar, ið av heilsumyndugleikunum eru sett í ella verða mæld til at fara í sóttarhald. Tað verður tó ikki endurindað fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá.  

 

 

Kann arbeiðsgevarin senda starvsfólk í sóttarhald?

Arbeiðsgevarin kann senda starvsfólk heim av arbeiðsplássinum. Arbeiðsgevarin kann tó ikki tvinga starvsfólk í sóttarhald.

 

Um arbeiðsgevarin sendir fólk heim, hevur hann skyldu at rinda løn í tíðarskeiðnum.

 

 

Hvussu við útlendingum, sum eru ávegis ella skulu koma til Føroya at arbeiða?

Svar: Øll ferðsla til og úr Føroyum verður mundandi skerd.

 

Nærri kunning um hetta seinni.

 

 

Hvussu við útlendingum, sum skulu heim, eftir at arbeiði í Føroum er liðugt?

Svar: Øll flogferðsla til og úr Føroyum verður mundandi skerd. Eru hesi starvsfólk liðug við arbeiðsuppgávuna í Føroyum, verður mælt teimum til at fara aftur til heimland sítt. Arbeiðsgevarin má í hvørjum einsøkum føri kanna, hvussu viðkomandi skal bera seg at, fyri at tað skal lata seg gera.

 

Nærri kunning um hetta seinni.

 

 

Hvørjar skyldur hevur arbeiðsgevarin mótvegis útlendskum starvsfólki, sum eru í Føroyum?

Svar: Tað er umráðandi, at útlendsk starvsfólk verða kunnað um støðuna og tey tiltøk, sum myndugleikarnir hava sett í verk. Skilir starvsfólkið ikki føroyskt, eigur arbeiðsgevarin at syrgja fyri, at starvsfólkið fær neyðugu kunningina. Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.

 

 

Ferðing til og úr Føroyum í arbeiðsørindum?

Svar: Øll flúgving til og úr Føroyum verður munandi skerd, og myndugleikarnir mæla frá allari óneyðugari ferðing. Sí almennu ferðavegleiðingina  https://corona.fo/ferding

 

Arbeiðsgevarar eiga at hava í huga, at myndugleikarnir mæla staðiliga til, at øll flúgving verður steðgað, og tí verður eisini mælt til, at fyritøkur avmarka sína flúgving, og bert nýta flogferðslu, tá hetta er alneyðugt.

 

Almenna tilmælið er, at bert neyðug ferðing fer fram. Arbeiðsgevarin eigur at umhugsa, um arbeiðið kann leggjast til rættis á annan hátt fyri at fyribyrgja ferðing. Hvussu arbeiðsgevarar skipa arbeiðið komandi vikurnar, eigur at gerast við støði í viðurskiftunum í hvørjari fyritøku sær.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi