Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mars 2020
Ráðgeving um smittuavmarkandi tiltøk í fyritøkum
Ráðgeving til fyritøkur um smittuavmarkandi tiltøk verður sett í verk í morgin týsdagin 17. mars kl. 9.00

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt avtalu við Gudny Vang um, at hon komandi tíðina arbeiðir í Vinnuhúsinum. Hon fer at ráðgeva limum í feløgunum í Vinnuhúsinum um smittuavmarkandi tiltøk, sum fyritøkur kunnu seta í verk í sambandi við corona virusið.

 

Somuleiðis fer Gudny Vang at framleiða vegleiðandi tilfar til fyritøkur at brúka í hesum sambandi.

 

Samband fæst við Gudny Vang á gudny@industry.fo ella umvegis fartelefon 73 99 08.

 

Teldupostadressan er longu virkin, og fyritøkur eru vælkomnar at senda teldupost longu nú. Telefonin verður virkin frá í morgin týsdagin.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi