Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. mars 2020
Verjið tey sum arbeiða
Starvsfólk, sum eru til arbeiðis, kenna seg ótrygg, tí nógvir føroyingar taka ikki tilmælini frá heilsumyndugleikunum í álvara. Tað er sera umráðandi, at ØLL virða tilmælini og verja hvørannan

Vinnuhúsið heitir á allar føroyingar um at taka tilmælini hjá heilsumyndugleikunum um COVID-19 í allarstørsta álvara.

 

Tíverri hoyra vit frá starvsfólkum í handlum, at tey kenna seg ótrygg av summum viðskiftafólkum, tí hesi gera gjøldur burtur úr tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum. Eisini frættist um fólk, sum fara til handils, hóast tey eru í sóttarhaldi.

 

Tað er sera umráðandi, at vit øll gera okkara ítarsta at verja hesi fólkini, sum veita beinleiðis tænastur til borgaran – handilsdrongin, kassadamuna, reingerðarfólkið, flogternuna og øll hini, sum syrgja fyri at vit fáa neyðugu vørurnar og tænasturnar.

 

Við at fylgja vegleiðingunum hjá heilsumyndugleikunum um sóttarhald, reinføri og frástøðu verja vit hvørannan.

 

Á heimasíðuni  https://corona.fo finnur tú tilmælini hjá heilsumyndugleikunum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi