Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 18. mars 2020
Veitingartrygdin óbroytt á orkuøkinum
Fyrr í dag boðaðu orkufeløgini P/F Magn og P/F Effo frá, at tey fyribils lata aftur sølubúðirnar kring landið.

 

Tað fer tó framvegis at bera til at fáa diesel og bensin á støðununum, við at nýta gjaldskort. Eisini verður olja veitt til húsarhald, virki og almennar stovnar sum vanligt. Veitingartrygdin er tí óbroytt, hóast sølubúðirnar fyribils lata aftur.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi