Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. mars 2020
Rættur hugburður frá Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna rindar allar rokningar beinanvegin, og við hesum betrast gjaldførið hjá vinnufyritøkum. Harumframt hevur kommunan boðað frá, at hon fer at skunda undir ymisk arbeiði, sum kunnu halda samfelagshjólunum malandi.

Tað er eitt sterkt signal, sum Tórshavnar kommuna sendir vinnufyritøkum, nú stjórnin í kommununi hevur givið øllum deildunum boð um at rinda allar rokningar og fakturar beinavegin. 

 

Eins og hjá øllum øðrum ræður ótryggleiki í vinnulívinum í hesum døgum. Tí kemur tað væl við, at Tórshavnar kommuna hevur tikið hetta stig, sum betrar gjaldførið hjá vinnufyritøkunum. Eisini boðar Tórshavnar kommuna frá, at ætlanin er at skunda undir smærri umvælingararbeiði. Hetta er somuleiðis eitt týðandi stig at halda samfelagshjólunum malandi. Tað er tryggjandi, at Tórshavnar kommuna tekur støðuna í álvara og spyr eftir tænastum úr vinnuni.

 

Vinnuhúsið fegnast um hesi átøk og vónar samstundis, at aðrar kommunur og stovnar undir landinum fáa íblátur til líknandi átøk. Kommunurnar og stovnar undir landinum hava ein avgerandi leiklut í so vítt møguligt at halda búskapin koyrandi, nú fyritøkur og starvsfólk teirra eru hart rakt av tiltøkunum at basa COVID-19.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi