Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 02. apríl 2020
Tannspenn: Avgreiða bert tað akutta
Á tannlæknastovuni Tannspenn í Klaksvík er virksemið minkað munandi, men hjálparpakkin kemur væl við til starvsfólkaútreiðslurnar.

Borarnir hava verið rættiliga kvirrir seinastu vikurnar, og fáar tenn verða reinsaðar. At vera tannlækni er eitt av viðbreknu yrkjunum, nú coronasmittan ger um seg.

 

Vanliga starvast 12 fólk á tannlæknastovuni hjá Tannspenn í Klaksvík. Helvtin er vanligt tannlæknavirksemi og hin helvtin tannrætting.

 

Virksemið minkað nógv

Seinastu vikurnar hevur onki verið sum vanligt á tannlæknastovuni. Hálvan mars komu leiðreglur úr danska heilsustýrinum um, at tannlæknar skuldu bara veita neyðugar og bráðfeingis viðgerðir. Allar viðgerðir, sum kunnu bíða, skulu bíða.

 

- Vit hava nú væl undir 10%  av vanliga virkseminum, sigur Jonna Sjúrðaberg, tannlækni og annar av eigarunum í Tannspenn.

 

Øll starvsfólkini eru farin munandi niður í tíð. Summi heilt niður í onki, meðan onnur arbeiða nakrar tímar um vikuna. Nú møta bara trý fólk til arbeiðis – tannlækni, hjálparfólk og eitt móttøkufólk – og hesi eru ikki fullan dag.

 

Bruni og brotnir boylar

Bæði hvat viðvíkur vanligari tannlæknaviðgerð og tannrætting meta vit ítøkiliga um hvørja einstaka støðu og hvørja einstaka viðgerð. Kann viðgerðin bíða, so verður tíðin útsett. Sumt kann ikki bíða, eitt nú brotnar tenn, tannsvullir, loysnaðar krúnur og brýr, bruni, brotnir boylar o.s.fr. Tú skalt ikki blíva munandi verri fyri av at útseta viðgerðina. Um so er, skal viðgerðin gerast nú, sigur Jonna Sjúrðaberg.

 

Verndartiltøkini inni á sjálvum klinikkunum eru ikki nógv øðrvísi enn vanligt, sigur hon.

 

- Vit eru von við strong reinføriskrøv og verja altíð viðskiftafólk og okkum sjálvi. Vit brúka altíð handskar, brillur og munnbind. Ein broyting í hesum døgum er, at tannlæknar fyri ein stóran part brúka eingangskitlar.

 

Arbeiðsgongdin er skipað við so fáum tøttum kontaktum sum gjørligt, ið jú er aðalprinsippið í tilgongdini fyri at basa koronasmittuni. Bíðirúmið er innrættað eftir tí. Avtalubókin er lagað soleiðis, at viðskiftafólk ikki hittast í bíðirúminum. Starvsfólkini eru býtt upp í toymi, sum ikki koma í samband við hvørt annað. Á tann hátt minka vit um vandan fyri, at øll noyðast í sóttarhald í senn, sigur Jonna Sjúrðaberg.

 

Hjálparpakkin hjálpir

Hjá Tannspenn eru tey fegin um hjálparpakkan hjá myndugleikunum, tí hann ger, at starvsfólkini kunnu fara í ALS-skipanina, til gongd kemur á virksemið aftur.

 

Tannlæknastovan hevur tó fastar útreiðslur, sum hjálparpakkin ikki fevnir um. Tannlæknaklinikk er ein dýr og stór íløga, so óansæð hvussu víkir og vendir, so er hetta ein smeitur fyri okkum, sigur Jonna Sjúrðaberg.

 

Kann vara til í juli

Tosað verður um at lata samfelagið uppaftur og linka tiltøkini, men tannlæknarnir hava fingið ábendingar frá heilsustýrinum um, at avmarkingarnar hjá teimum kunnu vara heilt til 1. juli. Hetta hevur við sær eina stóra arbeiðsbyrðu, tá virksemið byrjar aftur.

 

- So vit hava líkasum fyrireikað okkum uppá, at virksemið kanska ikki kemur í gongd fyrr enn tá, hóast vit vóna, at tað ikki verður so drúgt, sigur Jonna Sjúrðaberg.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi