Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 03. apríl 2020
Byggivirkið KBH: Arbeiða næstan sum vanligt
Hjá Byggivirkinum KBH á Toftum koyrir arbeiðið næstan sum vant, men tey hava avbjóðingar við vantandi barnaansing.

Gerandisdagurin á Byggivirkinum KBH er lítið merktur av, at landið liggur hálvavegna lamið orsakað av corona-tiltøkum. Handverkararnir hava úr at gera, og ongi arbeiði eru steðgað upp orsakað av corona, sigur Helgi Johannesen, stjóri í KBH.

 

Í løtuni byggja tey 18 íbúðir fyri Bústaðir á Toftum, og hava harumframt sjálvi eina íbúðarverkætlan við 16 íbúðum í gongd. KBH útbyggir eisini frítíðarskúlan á Toftum, og so eru tey eisini í gongd við at byggja og umvæla nøkur sethús.

 

Trupulleikar við barnaansing

Vantandi barnaansing hevur tó darvað nakað. Nøkur starvsfólk hava upplivað, at barnaansingarstovnar nokta at taka ímóti børnunum við teirri grundgeving, at starvið ikki kemur undir serligu undantøkini fyri barnaansing.

 

Hetta er óheppið, heldur Helgi Johannesen, tí myndugleikarnir hava greitt sagt, at samfelagshjólini skulu koyra.

 

Trekleikarnir í barnaansingarskipanni hava havt við sær, at okkurt starvsfólk er farið heim burturav, tí viðkomandi ikki fær børnini ansað.

 

Onnur starvsfólk hava skiftst við makan um at arbeiða annað hvønn dag, men her hava tey rent seg í trupulleikar við ALS-skipanini. Skipanin veitir stuðul, um arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim orsakað av corona, men ikki vegna vantandi barnaansing.

 

Hetta er óheppið, tí orsøkin til at starvsfólkini ikki fáa arbeitt, er jú vantandi barnaansing, sigur Helgi Johannesen.

 

Hann heldur, at antin mugu kommunurnar tryggja privatu fyritøkunum ansing, ella má lógin um stuðul úr ALS-skipanini broytast, so at hon eisini fevnir um vantandi barnaansing.

 

Smittaði gjøgnum sjónvarpið

Í fyrstuni, tá tiltøkini at basa corona vórðu sett í verk, gjørdust fólk heldur ørkymlað og bangin fyri at koma til arbeiðis, sigur Helgi Johannesen. Ja, corona smittaði kanska ringast gjøgnum sjónvarp og útvarp, sigur hann skemtandi.

 

Nú hava starvsfólkini vant seg við støðuna, og arbeiðsdagurin koyrir næstan sum vanligt.

 

- Vit eru kanska eini 10-15% verri mannað nú enn vanligt. Og tað er ikki so nógv øðrvísi enn januar mánaði var orsakað av vanligu influensuni. Um onkur av starvsfólkunum verða rakt av corona-sjúku, verður støðan heilt øðrvísi. Men vit hava verið heppin higartil, sigur Helgi Johannesen.

 

 

Á byggiplássunum hava tey sett í verk ymisk trygdartiltøk fyri at minka um vandan fyri coronasmittu. Handverkararnir skifta ikki ímillum byggiplássini, og kaffisteðgir verða skipaðir í fleiri støðum og smærri bólkum.

 

Minnist til smáu fyritøkurnar

Viðvíkjandi einum nýggjum hjálparpakka heldur Helgi Johannesen tað vera umráðandi at minnast til tær heilt smáu fyritøkurnar. Tær sum hava upp til eini fimm starvsfólk. Hesar fyritøkurnar eru viðkvæmar, og eigarararnir ikki altíð nóg væl tryggjaðir móti mótgangi av ymsum slag.

 

Beint nú sær ljóst út hjá KBH.

 

- Uppgávurnar eru so mikið langsiktaðar, at fyritøkan er lítið ávirkað. Og so er tað helst ein fyrimunur, at meginparturin er størri verkætlanir. Høvdu vit livað av umvælingum í vanligum sethúsum, hevði ivaleyst nógv verið avlýst av ótta fyri smittu, sigur Helgi Johannesen.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi