Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 06. apríl 2020
Gjaldsfreistir longdar til 1. september 2020
Arbeiðsgevarafeløgini í Vinnuhúsinum hava gjørt av at útseta gjaldsfreistirnar í sambandi við limagjald til feløgini til 1. september 2020.

Tað merkir, at vit fakturera limagjøldini fyri 2020, sum vera ásett eftir farna almanakkaár sum vanligt, men áseta gjaldsfreistina til 1. september 2020.

 

Tær fyritøkur, sum longu hava goldið limagjald til feløgini fyri 2020, og sum ynskja peningin fluttan aftur, kunnu venda sær til okkara við at senda ein teldupost til industry@industry.fo. Peningurin verður síðani fluttur aftur og fakturerað verður av nýggjum við gjaldsfreist 1. september 2020.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi