Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 15. apríl 2020
Coronaráðgeving til arbeiðspláss
Nú er almenna Coronaráðgevingin opin og til ber hjá fyritøkum og stovnum at søkja sær ítøkiliga ráðgeving í mun til, hvussu til ber at skipa arbeiðspláss við einum smittuavmarkandi atburði.

Hóast eingin nýggjur tilburður við Covid-19 smittu hevur verið í meira enn eina viku, er framvegis neyðugt at vísa varsemi og fylgja tilráðingunum frá almennu heilsumyndugleikunum. Sostatt verður framvegis tilrátt at skipa arbeiðspláss soleiðis, at tað í best møguligan mun verður vart ímóti smittuspjaðing. Sí Corona.fo.

 

Føroya Landsstýri hevur sett á stovn Coronaráðgeving, sum er tøk at svara spurningum um, hvussu arbeiðspláss kunnu leggja til rættis arbeiðsviðurskiftini soleiðis at smitta verður avmarkað.  Til ber at seta spurningar við at senda teldupost til corona@arb.fo ella ringja til Coronalinjuna, sum síðani ber spurningin víðari. Corolinjan hevur telefonnummar 30 40 40.

 

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur eisini framleitt nakrar vegleiðingar, sum arbeiðspláss kunnu nýta til at skipa arbeiðið á besta hátt. Vegleiðingarnar eru hesar:

 

-   Innanhýsis kunning til starvsfólk – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa fyri kunning.
-   Skipan av arbeiðinum – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa seg.
-   Kaffisteðgir, kantinur og annað – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa kaffisteðgir, kantinur og annað.
-   Reinføri og arbeiðsplássi – hvussu eigur reinføri at skipast.
-   Handlar og smittufyribirging
-   Frávik kunnu gerast frá ásetingunum um hvílitíð
-   Fyribyrg coronasmittu á byggiplássum

 

Vegleiðingarnar eru at finna her.

 

Corona og tín fyritøka

Føroya Arbeiðsgevarfelag hevur somuleiðis kunning um Corona og tína fyritøku. Hetta er kunning um broyttu viðurskiftini í sambandi við átøkini at verja ímóti smittuspjaðing og um hjálparpakkarnar, sum Føroya Landsstýri hevur samtykt.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ráðgeva tøkan, sum kann ráðgeva fyritøkum um, hvussu tær á bestan hátt kunnu hava virksemið koyrandi, men í einum og øllum hava ein atburð sum minkar um spjaðing av smittuni. Hava fyritøkur tørv á ráðgeving ber til at senda teldupost til gudny@industry.fo ella ringja 739908.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi