Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 16. apríl 2020
Føroyaprent: Uttan ALS vóru vit í djúpastu neyð
Føroyaprent hevur mist 2/3 av virkseminum í apríl. Hetta er ein sera trupul tíð, sigur Jon Hestoy, stjóri.

Vanliga surra maskinurnar hjá prentsmiðjuni, Føroyaprent, ein stóran part av samdøgrinum. Men seinastu vikurnar hevur verið rættiliga stilt í bygninginum við Hoyvíksvegin í Havn.

 

Corona er farin illa við Føroyaprent.

 

60-70% afturgongd

- Mars mánaður var næstan 30% verri enn mars í fjør. Og í apríl er 60-70% minni virksemi enn somu tíð í fjør, sigur Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent.

 

Alt sum hendir í Føroyum við tiltøkum, ferðavinnu, festivalum o.s.fr. gevur vanliga Føroyaprent nógv at gera. Tey prenta eitt nú bannarar, faldarar, skráir, plakatir og atgongumerki. Ferðavinnan er steðgað upp, tiltøk avlýst, og tí verður lítið prentað í løtuni.

 

- Hetta er ein øgiliga trupul tíð. Við verandi virksemi klára vit at halda skúvuna í vatninum mai mánað út, men so má okkurt henda, staðfestir Jon Hestoy bart út.

 

ALS og útsetingar bjarga

Ein stórur partur av teimum útvið 30 starvsfólkunum hjá Føroyaprent eru farin í ALS-skipanina og eru so til arbeiðis í starvsbrøki millum 20 og 50 prosent.

 

- Um ALS-skipanin ikki var komin, høvdu vit verið í djúpastu neyð, sigur Jon Hestoy.

 

Hann vildi tó ynskt, at umsitingin av ALS-skipanini var eitt sindur lættari. Tað kann vera trupult at síggja langa tíð fram, hvør tørvurin er á tí ávísa starvsfólkinum, og um tað vísir seg at starvsfólkið arbeiðir meira ella minni enn roknað varð við, skapar tað eyka umsiting fyri fyritøkuna.

 

Hjá Føroyaprent hevur tað eisini hjálpt væl, at mvg-avrokningin og tollkredittgjaldið eru útsett, og at til ber at fáa hjálp til fastar útreiðslur.

 

Saknar greið boð

Jon Hestoy heldur tó, at politikararnir kundu verið greiðari í sínum fráboðanum og gjørt meira fyri at vissa vinnuna um, at landið hjálpir, sama hvat tað kostar. Hetta hava tey eftir hansara tykki dugað væl í Danmark.

 

- Ein øgilig orka verður brúkt uppá, at fólk ikki skulu snýta. Men tað er altíð nøkur sum snýta. Tað er meira umráðandi, at hjálparpakkin kemur beinanvegin. Um virkini fyrst byrja at fella frá – ein frisør, ein handverkari o.s.fr. - so breiðir hetta seg sum ringar í vatninum. Og tað er álvarsamt.

 

Jon Hestoy saknar eisini greið boð frá peningastovnum til privatfólk og vinnuna, hvussu teir ætla at hjálpa og eftir hvørjum leisti.

 

Vit klára hetta

Jon Hestoy hevur verið í prentsmiðjuvinnuni í 36 ár og hevur upplivað bæði kreppuna í 1990´unum og í 2008.

 

- Vit klára hetta eisini. Eg havi eitt betri fornemmilsi nú enn í 90´num og 2008, tí vit eru øll í sama báti. Ongin ivast í, at vit skulu hava hjálparpakkar. Eg føli, at vit nokk skulu koma ígjøgnum.

 

Starvsfólkini hava eisini sýnt sera góðan hugburð, heldur hann.

 

- Eg eri imponeraður av, hvussu seriøst fólk hava tikið ímóti støðuni. 20.000 krónur er væl undir einari vanligari prentaraløn, men ongin hevur grenjað. Fólk kenna hetta sum eina felags uppgávu.

 

Keyp føroyskt

Stjórin á Føroyaprenti heldur, at corona-avbjóðingin er eitt gylt høvi at fáa fólk at keypa føroyska framleiðslu. Ístaðin fyri at leggja uppgávur uttanlands, eiga fyritøkur og stovnar at umhugsa at fáa tað gjørt í Føroyum. Hetta kann gera stóran mun hjá fyritøkunum her á landi.

 

Og føroyskar fyritøkur – eisini Føroyaprent – skulu sjálvandi eisini nýta høvið til at eftirmeta prísirnar og møguliga lækka teir fyri at fáa uppgávurnar heim, sigur hann.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi