Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 17. apríl 2020
Pelagos: Liggja inni við stórum goymslum
Pelagos í Fuglafirði hevur fisk fyri umleið 150 mió. á goymslu. Størsti marknaðurin, Russland, liggur í løtuni í dvala vegna corona.

Várið er tíðin, tá vørurnar streyma av goymsluni hjá Pelagos til marknaðirnar úti í heimi. Men í ár er onki, sum tað plagar.

 

- Vit liggja inni við goymslum, sum seljast seinni enn tær plaga, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði. Talan er um goymslur við einum virði upp á umleið 150 mió. krónur. Meginparturin er makrelur.

 

Altíð tómt í august

Pelagos framleiðir uppsjóvarfisk til matna, serliga makrel og sild, men eisini onnur fiskasløg.

 

Vertíðin fyri uppsjóvarfisk er august til januar/februar, og goymslurnar eru vanliga stórar við ársenda og í byrjanini av árinum. Frá februar til august verður so selt út á marknaðirnar kring heimin.

 

Pelagos er í gongd á 7. ári. Goymslurnar eru vanliga tómar, tá vertíðin byrjar í august. Soleiðis hevur verið hvørt ár síðan byrjan, sigur Jóhan Páll Joensen.

 

Russar eru heima

Størsti einstaki marknaðurin hjá Pelagos er Russland, hagar umleið helvtin av framleiðsluni fer. Russisku myndugleikarnir hava biðið fólk vera heima, meðan corona herjar, og hetta ávirkar eftirspurningin eftir vørum frá Pelagos.

 

- Tað gongur striltið at selja til Russlands í løtuni, sigur Jóhan Páll Joensen.

 

Dupultur fraktkostnaður

Marknaðurin í Afrika er eisini uppsteðgaður, og tað sama er við Fjareystri.

 

Í Fjareystri er størsti trupulleikin, at fraktkostnaðurin er tvífaldaður. Nógvar havnir eru stongdar, og óvissa er um, hvar farmaskipini sleppa av við vøruna. Óvissan hevur sent fraktkostnaðin beint uppeftir.

 

Hinvegin ganga marknaðirnir í Hvítarusslandi, Ukraina, Póllandi og Fraklandi hampiliga væl, sigur Jóhan Páll Joensen.

 

Niður í 25%

Mars mánaður var í lagi, men afturgongdin merkist serliga í apríl mánaði. Jóhan Páll Joensen metir, at sølan í apríl bert verður umleið 25% av tí, hon eigur.

 

Hann hevur tó góðar vónir um at sleppa av við fiskin á goymsluni. Tey hava regluligt samskifti við føstu keypararnar og royna eisini at útvega nýggjar.

 

- Í Russlandi siga tey, at eftirspurningurin fer at økjast aftur. Fólk skulu jú hava mat, og okkara vøra er í bíliga endanum. Fólk fara helst at keypa matvørur, sum ikki eru so dýrar.

 

Jóhan Páll Joensen heldur tað vera ein fyrimun, at fiskurin frá Pelagos fer út í handlarnar í Russlandi - og ikki á matstovur. Tí so er eftirspurningurin ikki bundin at einari matstovuvinnu, sum hevur trupult at fóta sær aftur.

 

Kanska lægri prísir

- Hóast gongd aftur kemur á marknaðirnar, er tó ikki vist, at tað verður fyri sama prísin. Vit kunnu vænta at fáa minni fyri fiskin. Fer prísurin langt niður, hava vit eina avbjóðing, sigur hann.

 

Fyrimunurin hjá Pelagos er, at fyritøkan hevur sterkar eigarar, og at undanfarnu árini hava verið góð. Men ein goymsla fyri 150 mió. krónur, sum ikki verður seld, sum hon plagar, er ein stór avbjóðing. Bæði hjá Pelagos og hjá fleiri øðrum fyritøkum í Føroyum, sum liggja inni við nógvum fiski.

 

Gongur drúgvari tíð enn væntað at fáa marknaðirnar í rættlag, noyðast myndugleikarnir at hugsa um hjálpartiltøk til teirra, sum liggja inni við stórum goymslum vegna corona, heldur Jóhan Páll Joensen.

 

Nøkur í ALS

Í fjør vóru 55 ársverk hjá Pelagos. Mesta virksemið er frá august til februar, og so eru færri fólk til arbeiðis um várið. Nú eru mest fyrisiting og sølufólk til arbeiðis, og hesi arbeiða fyri tað mesta heimanífrá fyri at avmarka smittuvandan.

 

Nøkur fá eru farin í ALS-skipanina. Hetta eru fólk, sum skulu viðlíkahalda virkið. Tey fáa ikki arbeitt sum ætlað, tí tað er trupult at fáa eykalutir og tilfar til Føroya, meðan coronasmittan ger um seg.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi