Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 27. apríl 2020
Nudlavirkið: Vit sakna ein masterplan
Samskiftisfyritøkan, Nudlavirkið, hevur mist nógvan umsetning av corona. Stjórin eftirlýsir eina greiða ætlan frá myndugleikunum.

- Vit eru nokkso hart rakt. Vit hava fingið nógvar avlýsingar og útsetingar og mistu fleiri hundrað túsund krónur í umsetningi í mars. Eisini í apríl hava verið avlýsingar. So tað merkist týðiliga, sigur Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.

 

Nudlavirkið veitir ráðgeving og tænastur innan fleiri samskiftisøki, m.a. lýsingar, branding, samleika, skeltir og heimasíður.

 

Beint áðrenn corona vóru tey níggju starvsfólk. Nú eru tey sjey. Eitt starvsfólk er farið í ALS-skipanina, og eitt fólk fór í annað starv 1. mars, og tey hava valt ikki at lýsa tað starvið leyst enn.

 

Serlig skylda hjá tí almenna

Summir stovnar, kommunur og fyritøkur eru proaktiv og hava tilvitað skundað undir uppgávur, ið tey vita skulu gerast onkuntíð, tí tey eru greið yvir, at vinnan hevur tað trongt í løtuni. Hetta er Niels Uni Dam sera fegin um.

 

Aðrir almennir stovnar – og summar privatar fyritøkur – hava tó avlýst ordrar, hóast teirra egna fíggjarstøða als ikki er ávirkað. Í støðum sum hesari er tílíkt sera óheppið. Serliga eigur tað almenna at halda fast um ordrarnar. Tað átti at verið ein skylda, heldur Niels Uni Dam.

 

- Besti hjálparpakkin er, at tað almenna brúkar enn meira pengar. Keypið tað, tit hava manglað í nógv ár.

 

Onkrar kommunur hava gingið á odda við at boða frá, at tær fara at halda fast um sínar bíleggingar og ætlanir. Tað sama átti landsstýrið at givið sínum stovnum boð um, ístaðin fyri at hótta við sparingum. Hetta hevði gjørt, at almennir stovnar ikki bara avlýstu sínar ordrar, og vinnan kundi kent seg tryggari.

 

Sakni ein masterplan

Tað er óvissan, ið ger, at fólk og fyritøkur tora verri at brúka pengar. Niels Uni Dam saknar eina greiða yvirskipaða ætlan frá myndugleikunum – ein masterplan.

 

- Politisku signalini eru ov ógreið. Vit hava brúk fyri at fáa at vita, hví tingini verða gjørd, sum tey verða gjørd. Vit klára øll at steðga á eina løtu, men hvat er øðrvísið um 2-3 mánaðir? Bill Gates segði um dagarnar, at ein vaksina væntandi er klár móti ársenda í 2021. Hvørki land ella vinna yvirliva at liggja í dvala í hálvt annað ár.

 

- Vit noyðast at lata samfelagið upp aftur, bæði skúlar og vinnulív, og gjarna við fullari megi. Beint nú er lítil og eingin smitta í landinum, so latið okkum arbeiða so nógv sum møguligt nú. Sjálvandi við góðum reinføri, spritti og við sóttarhaldi til innkomandi ferðslu. So kunnu vit heldur bakka, um tað verður neyðugt.

 

Ómotiverandi heimaarbeiði

Á Nudlavirkinum møttu flestu starvsfólkini aftur á arbeiðsplássinum seinasta mánadag eftir at hava arbeitt heima í fleiri vikur. Arbeiðið kann sum so væl gerast heimanífrá, men tað er torført at halda fólk motiverað, tá tey sita heima.

 

- Kreativt arbeiði er trupult, tá mann ikki situr saman, sigur Niels Uni Dam.

 

Hann sigur, at tað gekk bert ein løta, so varð eitt nýtt forrætningsøki ment yvir ein kaffimunn, tá starvsfólkini hittust aftur. So tað hevur stóran týdning í hesari bransjuni at kunna sita saman og menna hugskot.

 

Tað er ikki krav á Nudlavirkinum, at fólk skulu møta á arbeiðsplássinum. Tey, sum kenna seg tryggast við at arbeiða heimanífrá, fáa loyvi til tað.

 

Tung byrða

Niels Uni Dam dylur ikki fyri, at óvissan er tyngjandi.

 

- Eg havi eina fyritøku, sum eg havi brúkt seks ár um at byggja upp, og sum eg havi investerað nógva orku og pening í. Fer hon, missi eg sera nógv. Men tað gera starvsfólkini og undirveitarar eisini. Vit klára okkum sum er, men er ætlanin at steingja samfelagið í hálvt annað ár, mugu vit fáa boð um tað, so raksturin kann lagast til tað.

 

- Tað er gott, at smittan er null prosent, men hvør er kostnaðurin? Og hvat er veruligi vinningurin, um vit bara hava útsett sjúkuna nakrar mánaðir, spyr Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi