Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 01. mai 2020
Vest Pack: Virksemið eitt sindur ávirkað
Framleiðslan á Vest Pack gongur nøkulunda sum vant. Verða marknaðirnir hjá fiski- og alivinnuni nógv ávirkaðir, fer hetta eisini at raka okkum, sigur stjórin.

- Okkara virksemi er nógv tengt at, hvussu gongst í vinnuni. Hetta hevur ikki ávirkað okkum nógv, men vit merkja tað eitt sindur, sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri í Vest Pack í Vestmanna.

 

Á Vest Pack starvast 25 fólk. Fyritøkan framleiðir pakkitilfar, eitt nú plastposar til fiski- og alivinnuna, breyðposar til bakaríini, beriposar við prenti til handlar, etikettir, posar og sekkir til húsarhald o.a. Eisini selja tey arbeiðsklæðir og pappeskjur til vinnulívið.

 

Nógv av pakkitilfarinum fer til fiski- og alivinnuna, og har er ikki nógv broytt í eftirspurninginum seinastu tíðina, sigur Jákup Oluf í Skálum.

 

Hinvegin fáa tey færri spesialordrar frá smærri fyritøkum, til dømis klædnahandlum, sum skulu hava beriposar við búmerki á. Antin tí fyritøkurnar hava havt stongt, ella tí tær eru meira varnar at bíleggja vørur.

 

Breyðposar og svartir sekkir

Men so eru tað aðrar vørur, sum eru farnar at ganga sum heitt breyð. Tað eru breyðposar av ymsum slag til bakarí. Júst hví hendan sølan gongur serliga væl, veit Jákup Oluf i Skálum ikki, men eftirspurningurin eftir breyðposum er sjónliga øktur.

 

Eitt annað, sum størri eftirspurningur er eftir nú, eru svartir sekkir.

 

- Vit hava selt væl meira enn vanligt av svørtum sekkjum seinastu tíðina. Tað er kanska tí, at fólk hava verið meira heima og eru farin at rudda út.

 

Eftirspurningur úr Noregi

Vest Pack selur eisini pakkitilfar til alivinnuna í Noregi, og tann eftirspurningurin er øktur seinastu tíðina.

 

Pakkitilfarið verður einamest brúkt til laksaportiónir, sum verða seldar í matvøruhandlum. Eisini í Noregi eru fólk meira við hús og gera mat, heldur enn at fara á matstovu.

 

Tað er gott, at eftirspurningurin er øktur í Noregi. Tó er tað ein avbjóðing, at norska krónan er lækkað nógv í virði seinastu tíðina, sigur Jákup Oluf í Skálum.

 

Nøkur í ALS-skipanina

Corona hevur ávirkað arbeiðsdagin á Vest Pack í mars og apríl. Færri fólk hava verið til arbeiðis, men virkið hevur kortini megnað at hildið veitingaravtalurnar. Tey kenna eftirspurningin ávísu tíðirnar á árinum, og hava ofta framleitt væl niðurfyri.

 

Umleið 10 fólk hava verið í ALS-skipanini nakrar vikur, men eru nú aftur til arbeiðis.

 

- Hetta var fyri at binda um heilan fingur, tí vit vistu ikki, hvat fór at henda. Vit væntaðu beinanvegin, at eftirspurningurin eftir nøkrum av vørunum fór at minka, serliga teimum mest ressursukrevjandi vørunum, eitt nú beriposar við prenti. Og sølan av hesum vørunum er framvegis minni enn vanligt, sigur Jákup Oluf í Skálum.

 

Smá toymi og spritt

Viðvíkjandi smittufyribyrging hava tey lagt seg eftir at fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum.

 

Tey skipaðu virksemið í tvey lið, sum møttu aðru hvørja viku. Skrivstovufólkini arbeiddu heima. Nú er vanligi gerandisdagurin so smátt byrjaður aftur, og fleiri eru á virkinum. Tó arbeiða fólk í smærri toymum, har fólk í minst møguligan mun krossa hvørtannað.

 

Tey avmarka eisini talið á vitjandi á virkinum. Fáir kundar koma inn á virkið, roynt verður at avgreiða bíleggingarnar við telefon ella teldu, og fundir verða hildnir gjøgnum internetið.

 

Spritt stendur frammi, og útbúnaðurin á virkinum verður sprittaður regluliga.

 

Veldst um høvuðsvinnuna

Framtíðin hjá Vest Pack er knýtt saman við gongdini í okkara høvuðsvinnum.

 

- Samanumtikið kenna vit okkum ikki hart rakt upp á stutt sikt. Hetta er treytað av marknaðinum hjá fiskivinnuni og alivinnuni. Vit verða ávirkað, um virkini ikki sleppa av við vøruna á høvuðsmarknaðunum.

 

Tey framleiða eisini pakkitilfar til pelagisku vinnuna, og um hon ikki verður ávirkað í heyst, so sær rímiliga gott út hjá Vest Pack, sigur Jákup Oluf í Skálum.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi