Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 04. mai 2020
Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini eru byrjaðar
Mikudagin 29. apríl vóru krøvini til komandi sáttmálasamráðingar handað. Samráðingarnar millum partarnar eru sostatt byrjaðar, og komandi fundur verður mikudagin 6. mai.

Sáttmálin, sum eftir røttum gekk út 1. mai, er longdur til fríggjadagin 15. mai á midnátt.

 

Til ber at lesa meira um  mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her. 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi