Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 04. mai 2020
CAJ í Kollafirði: Selt dupult so nógv sum vanligt
Matvøruhandilin CAJ í Kollafirði hevur havt úr at gera í coronatíðini. Stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa vøruna koyrda heim.

Langabbin, Carl August Jensen, byrjaði handilin í 1928, og rættiliga tíðliga veitti fyritøkan útkoyring av vørum sum part av tænastuni.

 

Nú næstan 100 ár eftir stovnanina er gamli handilin hjá CAJ í Kollafirði framvegis til. Nú er tað langabbasonurin, Bergur Robert Dam Jensen, sum koyrir vørurnar út. Hann er eisini stjóri í handlinum.

 

Yvir 10 ordrar um dagin

Útkoyringin eigur sín týðandi lut í, at CAJ hevur havt stóran umsetning seinastu vikurnar.

 

- Vanligar dagar er kanska ein ordri ella minni, sum skulu hoyrast út. Men seinastu tíðina hava vit koyrt einar 10-12 ordrar út hvønn dag, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

 

Arbeiðsdagarnir hava verið sera langir hesa tíðina. 10-12 ordrar ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta eru ofta stórir ordrar, sum skulu finnast fram, pakkast og koyrast út.

 

Tey taka onki fyri at koyra vørur út í Kollafirði og grannabygdunum.

 

- Hetta er ein tænasta, og vit hava ongantíð tikið pengar fyri at koyra vørur út í nærumhvørvinum. Skulu vørurnar koyrast langan veg, t.d. til Havnar, taka vit tó eitt sindur fyri tað.

 

Longu áðrenn samfelagið bleiv lukkað niður, byrjaðu ordrarnir um at fáa vørurnar koyrdar heim at økjast munandi.

 

Fleiri vitja handilin

CAJ hevur tó ikki bara havt øktan umsetning av útkoyringini. Fleiri fólk hava verið í handlinum seinastu tveir mánaðirnar, heldur stjórin.

 

Tey lýstu nógv á Facebook, og gjørdu beinanvegin vart við átøkini at tryggja starvsfólk og kundar móti smittu.

 

Bergur Robert Dam Jensen sigur, at tey hesar seinastu umleið tveir mánaðirnar hava selt munandi meira enn vanligt. Enntá dupult so nógv.

 

- So hjá okkum hevur tað avgjørt givið bonus.

 

Vesipappír, búffar og Panodil

Ein orsøk til øktu søluna er eisini, at flestu føroyingar eru heima. Ongin er farin at ferðast, heldur ikki til Danmarkar í vikuskifti. Tá tú ikki ferðast, brúkar tú pengar til mat í Føroyum, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

 

Eisini hjá CAJ merktu tey, at føroyingar vóru bangnir fyri at vera í uppisetri við vesipappíri og mjøli. Eftirspurningurin eftir júst hesum vørunum var stórur, sigur stjórin.

 

Fólk keyptu eisini dýrari vørur enn vant – til dømis góðar búffar.

 

CAJ hevur apoteksvørur, og har hevur eftirspurningurin eftir Panodil og øðrum pínustillandi í hondkeypi verið rættiliga stórur hesa tíðina.

 

Baks at hava bygdahandil

At vera handilsmaður í Kollafirði hevur so avgjørt ikki bara gingið sum eftir ánni, viðgongur stjórin hjá CAJ.

 

Tað hevur í nógv ár verið eitt baks at reka handil. Lagnan hjá nógvum bygdahandlum hevur verið, at teir hava snarað lykilin um, tí kundarnir hava leitað sær til stóru handlarnar í høvuðsstaðnum. Men nú tykist tað, sum lokalsamfelagið hevur fingið eyguni upp fyri, at tað er ein fyrimunur at hava handil í økinum.

 

- Vit hava stríðst fyri at yvirliva. Seinasta hálvtannað árið hevur gingið betur, og nú hevur gingið heilt væl, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

 

Tú fært alt her

Hann heldur, at fólk í Kollafirði og grannabygdunum eru fegin um at hava handilin í økinum. Fleiri grannabygdir hava ongan matvøruhandil, og í Kollafirði er bara CAJ eftir.

 

Nógv fólk úr Norðoyggjum og Eysturoynni, sum koyra framvið hvønn dag, eru eisini farin at leggja síni innkeyp hjá CAJ í Kollafirði.

 

- Og tú fært tað sama í okkara handli sum í einum stórum handli í Havn, tá vit tosa um gerandisvørur, sigur hann. Ja, í summum førum er úrvalið kanska størri enn í stóru handlunum. Her kanst tú m.a. finna fjallagummistivlar og íslendskan svartfugl.

 

Keyptu spritt beinanveg

Hjá CAJ vóru tey tíðliga úti um seg við smittufyribyrging.

 

- Vit hugsaðu fyrst og fremst um at verja starvsfólkini móti møguligari smittu, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

 

Tey útvegaðu sær spritt beinanvegin. Settu plastskermar upp millum starvsfólk og kundar. Høvdu vegleiðingarskelti við áheitan á kundarnar um bara at nerta við vøruna, sum teir sjálvir skuldu brúka. Og klistrimerki vórðu sett á gólvið at minna um frástøðu. Starvsfólkini blivu býtt upp, soleiðis at eitt møguligt sóttarhald ikki skuldi hava við sær, at handilin mátti steingja.

 

Røsk starvsfólk

Hetta var strævið hjá einum lítlum handli, sum fekk meira at gera, uttan at tey gjørdust fleiri starvsfólk. Bergur Robert Dam Jensen sigur, at hann hevur arbeitt nógv um næturnar hesa tíðina, meðan trýstið á handilin var størst. Tilsamans eru 10 fólk knýtt at handlinum. Av hesum eru fleiri skúlanæmingar, sum arbeiða eftir skúlatíð.

 

- Vit eru sera takksom fyri, at fólk velja at gera sítt innkeyp hjá okkum og taka so væl móti handlinum og okkara tænastum.

 

Og starvsfólkini hava verið heilt einastandandi – frá elst til yngst.

 

- Uttan okkara dugnaliga og djarva starvsfólkatoymi var alt hetta ikki møguligt. Starvsfólkini hava veruliga verið tolin og hava sett tørvin hjá viðskiftafólkunum fram um eins egna. Tað eru vit sera takksom fyri.

 

Læra av kreppuni

Eftir nakrar vikur við sera nógvum virksemi er nú gerandisdagurin farin at líkjast tí, sum hann var, áðrenn Corona. Tó er umsetningurin framvegis størri enn áður, og stjórin vónar, at kundarnir framvegis fara at fylkjast um handilin.

 

Broytingarnar, sum Corona kemur við, kunnu gerast læruríkar fyri bæði fólk og vinnu. Tí tað hevur verið so nógv ferð á seinastu árini, at vit hava gloymt tey týdningarmestu tingini, heldur Bergur Robert Dam Jensen.

 

- Hetta er bara sunt fyri okkum, tí vit hava mist jørðforbindilsið. Gerandisdagurin verður ikki tann sami aftur. Eg ímyndi mær, at vit fara at virðismeta meira tað smáa í Føroyum. Vit fara at vera meira nøgd og minni krevjandi.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi