Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 05. mai 2020
Miðberg Bakarí : Mistu ein triðing av søluni
Miðberg Bakarí misti nógvan umsetning, tá handilin í Saltangará lat aftur ein mánað. Sølan av lagkøkum er at kalla burtur í løtuni.

Hjá Miðberg Bakarí í Saltangará hava tey merkt rættiliga nógv til avleiðingarnar av corona.

 

- Vit hava mist umleið ein triðing av søluni, kanska meira, sigur Sofus Hansen, stjóri í Miðberg Bakarí.

 

Stongdu handilin

Í mars, tá smittan fór at gera um seg, avgjørdu tey at steingja handilin í Saltangará fyri at avmarka smittuvandan. Tey vildu tryggja sær, at framleiðslan á bakarínum ikki steðgaði upp, um onkur bleiv smittaður.

 

Handilin var stongdur í ein mánað og lat upp aftur beint eftir páskir. Hesa tíðina vóru baksturvørurnar hjá Miðberg bara seldar í teimum handlunum kring landið, sum bakaríið vanliga hevur samstarv við.

 

Vit mistu rættiliga nógv í umsetningi hendan mánaðin, meðan handilin var stongdur, sigur Sofus Hansen.

 

Onga lagkaku

Miðberg Bakarí ger vanliga eina rúgvu av lagkøkum upp á bílegging, sum verða sendar kring næstan alt landið. Rundir føðingardagar, studentarveitslur, móttøkur hjá fyritøkum, konfirmatiónir, 4 ára føðingardagar… Ja, høvini eru nógv at bíleggja lagkøku.

 

Tilmælini hjá myndugleikunum um, at í mesta lagi 10 fólk kunnu savnast á einum stað, broytti søluna fullkomiliga. Tí nú hevði ongin brúk fyri lagkøkum meira.

 

- Knappliga skuldi ongin halda føðingardagar og veitslur. Sølan fór niður í púra onki, sigur Sofus Hansen.

 

Tey høvdu nógvar bíleggingar um alt landið til konfirmatiónirnar í mars, men hetta bleiv alt avlýst og útsett. Um allar konfirmatiónirnar vera sama dag í heyst, fer at standa á at náa allar ordrarnar, sigur hann.

 

Heimabakarar og súrdeiggj

Nakað annað sum minkaði, vóru føstu ordrarnir hjá fyritøkum upp á morgunbreyð til starvsfólkini. Fólk vórðu send til hús at arbeiða, og nógvastaðni var tí ikki tørvur á føstu leveransunum til arbeiðsplássið. Hetta er tó við at koma í rætt lag aftur.

 

Sølan av rugbreyði minkaði eisini eitt sindur.

 

- Nógv royndu seg sum bakarar, nú tey kortini vóru við hús. Fleiri hava helst varnast, at hetta kanska ikki loysir seg kortini, tí at kjarnir og annað, sum skal í breyðið, er dýrt at keypa. Og so skal mann vera heima og hava tíð til bakingina, sigur Sofus Hansen.

 

Nú tykist súrdeiggj-ævintýrið hjá nógvum at vera av, tí sølan av rugbreyði er við at koma upp á tað vanliga aftur.

 

ALS-skipanin kærkomin

Útvið 30 fólk starvast hjá Miðberg Bakarí, tó ikki øll fulla tíð. Nøkur av starvsfólkunum fóru í skipanina hjá ALS, meðan minst var at gera, eitt nú fólk í handlinum og kondittarar.

 

- ALS-skipanin var kærkomin, tí nógv steðgaði púra upp hjá okkum, sigur Sofus Hansen.

 

Okkurt av starvsfólkunum er framvegis í skipanini hjá ALS.

 

Viðvíkjandi hjálparpakkum sigur Sofus Hansen, at tað er so ymiskt, hvørjar útreiðslur fyritøkur hava. Fyritøkur eru sera ymiskar. Hjá Miðberg Bakarí - og ivaleyst nógvum øðrum fyritøkum eisini -  hevði tað munað væl, um landið minkaði meirvirðisgjaldið hjá fyritøkunum í eina tíð, sigur hann.

 

Fyri at minka um smittuvandan hava tey roynt at býta fólk upp í toymi á arbeiðsplássinum. Bakaríið er lítið, so tað kann vera trupult at halda neyðugu frástøðuna millum tey, sum eru til arbeiðis.

 

Nær verður alt normalt?

Gerandisdagurin er farin í gongd aftur nógvastaðni í samfelagnum, men tað tekur helst tíð, til alt verður vanligt aftur, væntar Sofus Hansen.

 

- Eg vænti, tað verður leingi, til alt verður púra normalt aftur. Eg trúgvi ikki, at fólk fara at halda veitslur enn. Nú nærkast tíðin, tá ið skúlarnir verða lidnir. Vanliga hava vit nógv at gera tá. Men verður nakað sovorðið í ár?

 

Sofus Hansen sigur, at tað hevði verið sera gott, um fólk royna at minnast til tær føroysku vørurnar, tá tey keypa inn. Hatta kann minka um avleiðingarnar hjá nógvum fyritøkum í landinum av corona.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi