Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 06. mai 2020
Grant: Sølan hevur verið góð
Bæði framleiðsla og søla hava gingið væl hjá Grant. Serliga eru privatu bíleggingarnar øktar, tí fólk hava verið meira heima.

Nógvar fyritøkur hava havt tað trupult orsakað av corona seinastu tveir mánaðirnar. Men hjá Grant, sum framleiðir vindeygu, hurðar og alufasadur, hevur hetta higartil verið eitt gott ár.

 

- Vit hava havt nógvar fyrispurningar frá bæði privatfólki og fyritøkum. Sølan hevur verið góð, sigur Kaysten Rasmussen, stjóri hjá Grant.

 

Betri stundir at umvæla

Grant er navnið á samanløgdu fyritøkuni, tá H-dygd og Aluplast løgdu saman í fjør. Grant framleiðir   til bæði sethús og stórar byggiverkætlanir.

 

50 fólk starvast hjá Grant, sum heldur til á Vatnsoyrum, har tey bæði hava framleiðslu og sølustað. Framleitt verður eisini í Miðvági og á Rituvíkshálsi, og harumframt hevur Grant sølustøð í Klaksvík og Hoyvík.

 

Kaysten Rasmussen sigur, at umsetningurin í mars og apríl var størri enn somu tíð í fjør. Tey merkja vøksturin bæði innan privathús-segmentið og innan byggiverkætlanir í vinnuni. Vøksturin er bæði í tali á ordrum og í umsetningi.

 

- Vit hava havt nógvar smærri ordrar, og ábendingar eru um, at teir eru orsakað av corona. Fólk hava verið meira við hús og hava havt stundir til at umvæla, t.d. skifta eina hurð ella vindeyga, sum hevur ligið á láni.

 

Býtt upp í vaktir

Beinanvegin sum corona fór at breiða seg í Føroyum, skipaði Grant starvsfólkini í tvær vaktir. Um onkur skuldi fingið sjúkuna, og starvsfelagarnir noyddust í sóttarhald, so rakti hetta bara eina vakt og ikki alla framleiðsluna.

 

Framleiðslan er í trimum støðum, so hetta var ikki nøkur einføld uppgáva at skipa vaktirnar. Men tað hevur gingið væl, og tað er serliga starvsfólkunum fyri at takka, sigur Kaysten Rasmussen.

 

Skrivstovufólkini hava arbeitt við hús. Onkur av skrivstovufólkunum hjá Grant hava verið í coronaskipanini hjá ALS. Eisini hava summi í framleiðsluni verið í ALS parttíð, tí neyðugt varð at umskipa og stytta vaktirnar fyri at minka um smittuvandan.

 

Gongd í framleiðslu og montering

Framleiðslan hevur verið í gongd alla tíðina, millum annað høvdu tey nógvar stórar ordrar á aludeildini, áðrenn smittan fór at gera um seg.

 

Monteringsliðini hjá Grant – tey sum fara út at montera vindeygu, hurðar og fasadur – hava havt úr at gera. Onkur monteringsuppgáva er útsett, har arbeiðið skuldi gerast hjá eldri ella hjá fólki í sóttarhaldi. Men hetta er ikki tað stóra, sigur stjórin hjá Grant.

 

Stórar ordrabøkur

Tað hevur eisini gingið rættiliga væl at fáa tilfar og vørur frá leverandørum uttanlands.

 

- Vit vóru væl fyrireikað og fingu fylt goymslurnar í góðari tíð, tí vit vistu ikki, hvussu hetta fór at vera.

 

Í løtuni síggja útlitini hjá Grant góð út, og Kaysten Rasmussen væntar, at tey fara at hava nóg mikið av framleiðslu í ár.

 

- Ordrabøkurnar eru stórar. Millum annað skal Grant gera alufasadurnar til nýggja FSF-bygningin. Hetta tryggjar okkum ein góðan botn til aluframleiðslu og montering.

 

Útsett marknaðarføring uttanlands

Strategiin hjá Grant er at selja framleiðsluna uttan fyri landoddarnar.

 

Tey selja eitt sindur til Íslands, og ætlanin var, at fólk frá Grant skuldu fara til Íslands og Grønlands at marknaðarføra fyritøkuna í vár. Hetta er fyribils útsett, tí corona hevur gjørt tað trupult at ferðast millum lond.

 

Ætlanin um at marknaðarføra fyritøkuna uttanlands er tó ikki slept, sigur Kaysten Rasmussen.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi