Tíðindi: Áskoðan Ι 13. mai 2020
Kjak um lønarhækkingar uttan at nevna kappingarførið
Man skal vera meira enn vanliga optimistiskur fyri at ímynda sær, at COVID-19 støðan ikki fer at ávirka privatu føroysku vinnuna í drúgva tíð. Ikki minst størstu útflutningsvinnurnar innan fiskaútflutning, frálandavinnu og ikki minst ferðavinnu. Altavgerandi fyri hesar vinnur komandi tíðina verður kappingarførið.

Í útvarpssendingini Breddanum var í gjár, týsdagin, kjak um sáttmálasamráðingarnar á almanna arbeiðsmarknaðinum, og serliga hvørt lønarhækkingarnar, sum vórðu avtalaðar við Starvsmannafelagið áðrenn COVID-19, áttu at verið rullaðar aftur. Hóast landsbankastjórin í sendingini legði út við at siga, at hon ikki vildi blanda seg uppí lønarsamráðingarnar, var boðskapurin í restina av sendingini, at privatfólk máttu hava nokk av pengum at brúka komandi tíðina. Og hon hevði hug at muta ímóti, tá hon varð spurd, um tað ikki var rætt at verða afturhaldin við lønarhækkingum í hesum tíðum.

 

Hjá nógvum COVID-19 raktum vinnufyritøkum og hjá teimum heimsendu og uppsøgdu starvsfólkunum hevur tað óivað vakt undran, at ein landsbankastjóri í teirri støðuni vit eru í, tosar um stórar lønarhækkingar til alment sett starvsfólk.

 

Í útsøgnunum frá Landsbankastjóranum og í kjakinum annars var kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum als ikki tikið uppá tungu. Tað virkaði sum ein stórur partur av luttakarunum hildu, at búskaparliga avleiðingin av COVID-19 er eitt lítið nos, og at vit skjótt koma aftur í eina vanliga støðu við somu fiskaprísum á heimsmarknaðinum sum áður, og at ferðavinnan kemur upp í ferð aftur nakað skjótt, so hvørt sum landamørkini lata upp aftur.

 

Hetta er ikki í tráð við tað, sum flestu serfrøðingar meta um gongdina í heimsbúskapinum. Tvørturímóti verður mett, at tað fer at taka fleiri ár, áðrenn heimsbúskapurin kemur upp aftur á tað støðið, sum hann var áðrenn COVID-19 tiltøkini. Keypiorkan hjá brúkarunum er lækkað kring allan heim, og tað fer helst at taka drúgva tíð, áðrenn brúkararnir eru komnir so mikið væl fyri seg, at teir hava møguleika fyri ella tora at brúka líka nógv sum áður.

 

Man skal vera meira enn vanliga optimistiskur fyri at ímynda sær, at støðan ikki fer at ávirka privatu føroysku vinnuna í drúgva tíð. Her verður hugsað um størstu útflutningsvinnurnar, bæði fiskaútflutning, frálandavinnu og ikki minst ferðavinnuna. Og hetta ávirkar sjálvsagt eisini aðrar heimligar vinnur.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur seinastu árini víst á, at konjuktur viðrekandi fíggjarpolitikkurin hevur lagt alt ov stórt trýst á búskapin, og at halda, at tað í støðuni vit nú eru komin í, skal bera til geva stórar lønarhækkingar ella annars at hækka útreiðslurnar til vinnufyritøkurnar er fullkomiliga burturvið. At tað almenna ikki í verandi støðu høggur bremsurnar í er møguliga rætt, men tað merkir ikki, at man kann halda fram sum um einki var hent. Stórar lønarhækkingar til almenn starvsfólk, samstundis sum ein stórur partur av starvsfólkunum í tí privata er sent til hús, og útlitini annars eru óviss, er ikki haldbart.

 

Í einari støðu við lækkandi prísum er tað kappingarførið hjá fyritøkunum, sum avger, hvørjar fyritøkur klára seg ígjøgnum niðurgongdina, og hvørjar mugu geva skarvin yvir.

 

Um føroysku politikararnir vilja tryggja, at vit hava eitt sunt føroyskt vinnulív hinumegin COVID-19, mugu teir hugsa kappingarførið inn í allar tær avgerðir, sum verða tiknar, og brúka orkuna uppá at tryggja, at vit eisini aftaná COVID-19 hava nakrar sunnar føroyskar fyritøkur, sum eru kappingarførar við okkara kappingarneytar.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi