Tíðindi: Havbúnaður Ι 18. mai 2020
Aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum
Mikudagin 13. mai var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Havbúnaðarfelagið er vinnugreinafelag fyri feløg, sum virka innan alingina í Føroyum.

 

Til aðalfundin í ár var bæði møguleiki at luttaka á aðalfundinum við at møta í Vinnuhúsinum ella at luttaka talgilt.

 

Fyri vali á aðalfundinum stóð Atli Gregersen, sum varð einmælt afturvaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen.

 

Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum er at finna her.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi