Tíðindi: Havbúnaður Ι 18. mai 2020
Norska stjórnin ætlar at leggja eitt framleiðslugjald á 40 oyru/kg á alingina
Í samband við, at norska stjórnin hevur lagt fram eina endurskoðaða fíggjarlóg, hevur hon samstundis kunngjørt ætlanir um at áleggja eitt framleiðslugjald á NOK 0,40 kr/kg á framleiðslu av laksi og sílum, sum skal koma í gildi 1. januar 2021.

 

Samtykkir stórtingið skipanina, verða almennu inntøkurnar frá gjaldinum tilsamans uml. NOK 500 mió.

Tað hevur í eina tíð verið arbeitt við einari skipan, har norska alivinnan skuldi rinda eitt gjald fyri rættin at framleiða laks á firðunum, og nú hevur norska stjórnin so loksins kunngjørt skipanina.

 

Norski fíggjarmálaráðharrin hevur í sambandi við ætlanirnar víst á, at aling er ein týðandi vinnugrein í Noregi sum hevur stóra virðis- og arbeiðsskapan framvið norsku strondunum, og at stjórnin tí ynskir at geva vinnuni góðar og stabilar karmar. Samstundis heldur stjórnin tað eisini vera rímiligt at alingin rindar eitt framleiðslugjald til kommunurnar.

 

Í Føroyum hevur alivinnan í nøkur ár havt eina líknandi skipan við loyvisgjaldi, men her broytist gjaldið í mun til gongdina í laksaprísinum. Føroyska loyvisgjaldið er væl hægri enn norska framleiðslugjaldið.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi