Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 25. mai 2020
Aðalfundur verður í Havnar Handverksmeistarafelag
Í annaðkvøld týskvøldið kl. 19.00 verður aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag. Neyðugt er at melda til.

Aðalfundurin í Havnar Handverksmeistarafelag verður hildin á Hotel Hafnia týskvøldið 26. mai kl. 19.00. Av tí at tað framvegis er neyðugt at fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum, er neyðugt hjá limum felagsins at boða frá luttøku. Seinasta freist at boða frá er í dag mánadag 25. mai kl. 15.00.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi