Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 02. juni 2020
Nevndin í Ráðgevarafelagnum afturvald
Selmar Nielsen, Eyðbjørn Brimnes og Rúni Abrahamsen vóru afturvaldir á aðalfundinum í Ráðgevarafelagnum 25. mai.

Árligi aðalfundurin í Ráðgevarafelagnum var 25. mai. Sum vanligt var nevndarval á skránni og stóðu Selmar Nielsen, Eyðbjørn Brimnes og Rúni Abrahamsen fyri vali. Teir vóru allir afturvaldir.

 

Í nevndini í Ráðgevarafelagnum eru sostatt: Selmar Nielsen frá arkitektafyritøkuni SNA; Eyðbjørn Brimnes frá LBF ráðgevandi verkfrøðingar; Árni Jakobsen frá SMJ ráðgevandi verkfrøðingar; Rúni Abrahamsen, MAP-arkitektar og Klæmint Eliasen, Spenn ráðgevandi verkfrøðingar.

 

Eykalimir eru Pætur Húsgarð frá PB konsult og Heidi Poulsen frá MAP-arkitektar.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi