Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 08. juni 2020
Betri treytir fyri útflutningsráðgeving frá Trade Council
Danska uttanríkismálaráðið hevur fráboðað ein útflutnings- og íløgupakka, sum hevur til endamáls at styrkja útflutningsmøguleikarnar og arbeiðspláss í s.v. COVID-19. Eisini føroyskar fyritøkur hava atgongd til skipanirnar í hesum pakkanum.

 

Partur av ráðgevingini hjá Trade Council (fyrrv. Eksportráðið) verður ókeypis, meðan kostnaðurin av aðrari ráðgeving lækkar:

 

- Upp til 15 tímar ókeypis COVID-19 bráðráðgeving fyri hvønn marknað. Fevnir eitt nú um toll- og útflutningstekniskar spurningar.

- Ókeypis public service ráðgevingin verður økt úr 3 upp í 5 tímar
- Tímaprísurin fyri ráðgeving verður annars lækkaður úr 995 kr/t niður í 500 kr/t

 

Harumframt styrkir Trade Council sína ráðgeving, m.a. við einari útflutningshotline, sum fyritøkur hava atgongd til.

 

Les meira um møguleikarnar á www.eksporthjælp.nu

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi