Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 08. juni 2020
Prentsmiðjur mist nógvan umsetning
Bæði hjá Estra og Føroyaprent hava tey merkt stóra afturgongd í umsetninginum orsakað av korona. Stjórin í Føroyaprent saknar ein virðiligari tóna frá politikarunum.

Føroysku prentsmiðjurnar hava kent sviðan av, at Føroyar vórðu settar niður í ferð orsakað av korona. Eftirspurningurin eftir prentlutum er minkaður munandi, og tað verður trupult at sleppa úr 2020 uttan hall.

 

Hjá Estra Prent í Syðrugøtu starvast 7 fólk. Prentsmiðjan framleiðir vanligar prentlutir so sum bóklingar, faldarar, sangheftir, brævbjálvar umframt atgongumerkir og annað tilfar til festivalar. Eisini ger fyritøkan uppseting til bøkur.

 

Mistu helvtina

- Vit fóru flúgvandi niðureftir í mars mánað, og tað hevur verið øgiliga friðarligt í mars, apríl og inn í mai mánað, sigur Gunvá við Keldu, stjóri og ein av eigarunum í Estra.

 

Hon metir, at Estra hesar tríggjar mánaðirnar bert hevur havt umleið helvtina av vanliga umsetninginum.

 

Tað var á fleiri økjum, at eftirspurningurin minkaði. Tilmælini um, at í mesta lagi 10 fólk kundu savnast, gjørdi, at eftirspurningurin eftir eitt nú sangheftum til jarðarferðir, brúdleyp og annað hvarv.

 

Eisini bíleggingarnar frá tí almenna minkaðu og eru framvegis ikki komnar upp á vanligt støði. Hetta eru bíleggingar eftir brævbjálvum, bókingarskjølum, brævørkum, faldarum o.ø.

 

Øll fóru í ALS

Starvsfólkini hjá Estra og stjórin fóru niður í hálva tíð og í koronaskipanina hjá ALS frá 18. mars til 1. juni. Í mai mánað vaknaði eftirspurningurin aftur, og nú er onki starvsfólk hjá Estra í ALS.

 

- Vit meta nú, at vit eru komin so langt upp, at vit klára okkum, sigur Gunvá við Keldu.

 

Men framvegis er eftirspurningurin varligur, tí samfelagið koyrir ikki heilt við somu ferð. Til dømis eru framvegis avmarkingar um frástøðu, og hvussu nógv fólk kunnu savnast á einum stað. Hetta ger, at ikki eins nógv tiltøk og veitslur verða hildin sum vanligt. Og øll eru meira varin við bíleggingum.

 

- Fólk eru varin – bæði fyritøkur og privatfólk – og hugsa meira um, hvussu tey brúka pengarnar. Og tað almenna tykist vera á lægri blussi enn væntað, tí haðani koma færri uppgávur, sigur Gunvá við Keldu.

 

Væntar hall

Hvussu restin av árinum verður, er ringt at spáa um. Vánaligu mánaðirnir verða truplir at vinna inn aftur, og stjórin í Estra væntar hall í ár.

 

- Hetta árið verður ikki pent roknskaparliga, men sum heild sær kortini positivari út nú, enn tað hevur, sigur Gunvá við Keldu.

 

Hon mælir vinnulívi og tí almenna til at hugsa føroyskt, tá tey skulu gera bøkur, faldarar og aðrar prentlutir. Fáar prentsmiðjur eru eftir í Føroyum, og tað er umráðandi at tryggja, at vit hava prentsmiðjur í landinum fyri framtíðina. Í longdini loysir tað seg at velja føroysku loysnirnar, heldur stjórin í Estra.

 

- Útlendsku prentsmiðjurnar eru ikki altíð bíligari, og góðskan ikki altíð tann sama. Og reklamatiónir kunnu vera truplari, sigur Gunvá við Keldu.

 

Hjálp teimum sum tørva

Spurd um koronaskipanin hjá ALS eigur at halda fram, eftir at juni mánaður er farin, sigur Gunvá við Keldu, at tað liggur í dna´num hjá vinnulívsfólki, at tey vilja klára seg sjálvi. Men korona er ein serlig støða, og tað er týdningarmikið at hjálpa teimum, sum veruliga tørva tað.

 

- Tað er ikki neyðugt hjá okkum í løtuni. Vit klára okkum, men fáa vit eitt hálvt ár aftrat sum líkist mars og apríl, so yvirliva vit ikki. Eg eri positiv av lyndi. Sum er, er tað tungt, men um tað ikki gerst so nógv verri enn nú, so gongur tað, sigur Gunvá við Keldu.

 

Apríl var ein katastrofa

Hjá Føroyaprent í Havn hevur korona eisini gjørt stóra innrás í umsetningin.

 

- Apríl var ein katastrofa, har umsetningurin fór niður í helvt, sigur Jon Hestoy, stjóri í Føroyaprent.

 

Flestu av teimum útvið 30 starvsfólkunum hjá fyritøkuni hava verið í koronaskipanini hjá ALS, meðan tey hava starvast parttíð. Fleiri eru framvegis í ALS.

 

Mai mánaður var nakað frægari enn apríl, men umsetningurin var kortini umleið 30% lægri enn somu tíð í fjør.

 

Føroyaprent hevur fleiri fastar kundar, m.a. at prenta tilboðsbløðini hvørja viku og bøkur, sum eru langtíðaravtalur. Hinvegin er alt, sum hevur við festivalar og ferðavinnu at gera, nærum burtur – faldarar, atgongumerkir, bannarar o.s.fr.

 

Mugu leingja ALS-skipanina

- Tað, sum heldur skrúvuna nøkulunda í sjónum er, at fólk eru í koronaskipanini, og at vit hava tímalønt, sum kunnu arbeiða alt eftir, hvussu nógv er at gera, sigur Jon Hestoy.

 

Koronaskipanin hjá ALS gongur bara til 30. juni. Hetta heldur stjórin á Føroyaprent vera ov stutt tíð. Skipanin eigur at verða longd til í minsta lagi hinumegin summarfrítíðina. Í løtuni eru yvir 1800 fólk í koronaskipanini, og hetta er eitt tekin um, at fleiri fyritøkur framvegis hava brúk fyri henni. Tá fyritøkurnar aftur hava nóg mikið at gera, fara starvsfólkini úr skipanini aftur, sigur Jon Hestoy.

 

- Um hjálparpakki 1 ikki heldur fram, eru flestu virki noydd at hyggja uppá, hvat tey skulu gera eftir 1. juli, til dømis koyra fólk niður í tíð ella siga fólki úr starvi.

 

Óvirðiligur retorikkur

Stjórin á Føroyaprent finst at retorikkinum hjá landsstýrinum, sum hann í fleiri førum metir vera lítið virðiligur mótvegis fyritøkunum í landinum. Til dømis tá landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur í Degi og Viku, at studningur er altíð stuttligur at móttaka, og tá umboð fyri samgonguflokkar siga, at mann skal ikki gera sær dælt av hjálparpakkum.

 

- Eg vildi ynskt, at politiska skipanin tók hetta í álvara. Vit eru ein vinna, sum roynir at klára seg. Politiska skipanin hevur lukkað landið niður. Eg havi havt egið virki í 36 ár, og at verða umrøddur soleiðis av vinnumálaráðharranum vísir fullkomiliga mangul upp á virðing, sigur Jon Hestoy.

 

Nógv mangla likviditet

Landið letur upp fyri ferðandi 15. juni, og koronaskipanin hjá ALS hvørvur tvær vikur seinni. Men vit mugu ikki billa okkum inn, at hetta verður sum at tendra eina kontakt, og so verður alt við tað gamla aftur, ávarar Jon Hestoy.

 

Hann vísir á, at nógvar fyritøkur hava avbjóðingar við likviditetinum, og tí er ikki nóg mikið at útseta gjaldsfreistir hjá vinnuni til tollkreditt og mvg. Fleiri fyritøkur hava longu brúkt hendan peningin, tí umsetningurin hevur svikið.

 

- Vit vilja helst ikki skylda landinum nakað, men vit svimja ikki í likviditeti. Tað verður óalmindiliga ringt hjá flestu virkjum at gjalda útsetta tollkredittin og mvg´ið seinni í ár, sigur Jon Hestoy.

 

Hann heldur, at tað skuldi verið møguligt at avskriva hesi gjøldini ella lagt tey um til rentu- og avdráttarfrí lán.

 

Eins og stjórin á Estra hevur stjórin á Føroyaprent ikki bjartar vónir til ársúrslitið fyri 2020.

 

- Seinna helvt av árinum skal ganga heilt, heilt fantastiskt, um ársúrslitið skal vera positivt. Tað sigur seg sjálvt, at um mann uppbyggir eitt hampiligt undirskot í mars, apríl og mai, so er rættiliga sannlíkt at fáa eitt hall. Eg eri glaður, um vit bara klára út úr 2020 við skinninum á nøsini, sigur Jon Hestoy, stjóri í Føroyaprent.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi