Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 12. juni 2020
Arbeiðsgevaraváttan er nú standardiserað
Arbeiðsgevarar, sum fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, skulu nú brúka eina standardiseraða arbeiðsgevaraváttan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eftir áheitan frá myndugleikunum latið gjørt eina standardiseraða arbeiðsgevaraváttan, sum útlendsk arbeiðsmegi skal hava hjá sær umframt pass og arbeiðsloyvið, tá ferðast verður til Føroya.

 

Arbeiðsgevaraváttanin liggur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum industry.fo og kann takast niður her.

 

Øll kunning viðvíkjandi ferðing til Føroya verður dagført í løtuni bæði á almennu síðuni corona.fo og á industry.fo.  

 

Vinarliga kunni tykkum á hesum síðum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi