Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 15. juni 2020
Nevndin í Ráðgevarafelagnum skipað seg
Nevndin í Ráðgevarafelagnum hevur nú skipað seg við Klæmint Eliasen; Spenn sum formanni og Rúna Abrahamsen; MAP - arkitektar sum næstformanni.

 

Í nevndini sita Klæmint Eliasen, Spenn; Rúni Abrahamsen, MAP-arkitektar; Selmar Nielsen, SNA -arkitektar; Árni Jakobsen, SMJ og Eyðbjørn Brimnes, LBF. Nevndin takkaði samstundis Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes fyri teirra arbeiðið seinastu 7 árini, har teir hava sitið sum ávikavist formaður og næstformaður í felagnum.

 

Pætur Húsgarð og Heidi Poulsen eru vald sum eykalimir til nevndina í Ráðgevarafelagnum.

 

Á aðalfundinum var ársfrágreiðing frá Ráðgevarafelagnum løgd fram og hon sæst her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi