Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 15. juni 2020
Ulla heldur fram sum forkvinna
Týsdagin í farnu viku varð aðalfundur í KT-felagnum. Nýggj í nevndini er Guðny Langaard.

 

Aðalfundurin í KT-felagnum varð hildin í Vinnuhúsinum. Fyri valið stóðu Jan Zisaksen, Snæbjørn Jacobsen, Ólavur Ellefsen og Júst í Túni Vang. Júst er farin í annað starv og stillaði tí ikki uppaftur. Annars tóku allir við afturvali. Síðani var Guðny Langgaard í uppskoti at stilla upp til nevndarvali. Guðny tók við vali. Øll blivu vald í nevndina.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan við Ullu Joensen sum forkvinnu.

 

Í nevndini í KT-felagnum eru sostatt: Ulla Joensen frá Elektron, Fróði Magnussen frá Formula, Snæbjørn Jacobsen frá Stýr, Ólavur Ellfsen frá Tøkni, Jan Ziskasen frá Føroya Tele og Guðny Langaard frá Nema.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi