Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 15. juni 2020
Opið hús og framløgur í Sjókovanum
Komandi mikudag 17. juni kl. 14 verður opið hús í Sjókovanum í Bátasavninum í Leirvík. Sjókovin er ein privatur, óheftur grunnur, sum varð settur á stovn 30. mars í ár. Endamálið hjá grunninum er at stimbra nýhugsan og burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum.

 

Tað kann meldast til tiltakið á heimasíðuni hjá Sjókovanum her. 

 

Umframt at greiða frá um endamál og virksemi hjá grunninum, verður eisini greitt frá um verkætlanina at kanna ávirkanina av COVID-19 á fiski- og alivinnuna. Harumframt verður ein framløga um gagnnýtslu av hagtølum og vitan frá fiskiveiðu og gransking.

 

Grunnurin Sjókovin hevur tvey virksemisøki:

-   Gransking og vitanartænastur við endamálinum at stimbra føroyskar sjófeingisvinnur
-   At menna samskifti og samstarv millum sjófeingisfyritøkur (Ocean Cluster Faroes)

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi