Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 15. juni 2020
Webinar um semjuna við arbeiðarafeløgini
Hósdagin 18. juni kl. 14.00 kunnu limir luttakað á einum webinari, har greitt verður frá um semjuna við arbeiðarafeløgini og um broytingar í sáttmálunum. Neyðugt er við tilmelding.

 

Tann 5. juni varð semja undirskrivað um nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. Á hesum kunningarfundi á netinum verður greitt nærri frá broytingunum í høvuðs- og sersáttmálunum, og eisini um lønarhækkingina hetta sáttmálaskeiðið.

 

Limir kunnu melda til við at senda ein teldupost til industry@industry.fo, og viðmerk ”webinar”.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi