Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 16. juni 2020
Fleiri ráðgevar lata væl at
Fyritøkur, sum ráðgeva innan KT, samskifti og arkitektur, tykjast sum heild vera lítið nervaðar av korona. Hjá summum gongur betur enn vanligt.

Fleiri ráðgevarafyritøkur lata væl at bæði uppgávum og umsetningi hesa tíðina, síðan korona fór at gera vart við seg í Føroyum.

 

Summar fyritøkur merkja als onga broyting. Onkrar eitt lítið sindur. Og uppaftur aðrar hava meira at gera nú enn áður.

 

Klintra lítið ávirkað

Hjá KT-fyritøkuni Klintra hava tey merkt lítið til avleiðingar av korona. 75% av teirra kundaskara eru í almennum høpi, tað vil siga land og kommunur.

 

- Bara ein minni verkætlan hjá einum privatkunda er steðgað. Ongin av almennu kundunum hevur togað í bremsuna, sigur Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra.

 

Klintra hevur 15 fólk í starvi og veitir KT-loysnir til m.a. almennar stovnar, kommunur, reiðarí, telefyritøkur og sjúkrahúsverkið. Eitt nú arbeiðir felagið við Talgilda Samleikanum, sum er á fíggjarlógini, og tey veita eisini loysnir til TELE-POST í Grønlandi.

 

Minni fakturering

Hóast uppgávunøgdin er á leið tann sama, varð umsetningurin tó ávirkaður nakað í mars og apríl, tá starvsfólkini noyddust til hús at arbeiða, sigur Jógvan K. Glerfoss.

 

Fleiri starvsfólk hava børn, sum tey máttu ansa/undirvísa heima, og á tann hátt kundu tey ikki arbeiða somu nøgd av tímum sum vanligt. Sostatt bleiv faktureringin til kundarnar minni hesar vikurnar, til skúlar og barnagarðar fóru í gongd aftur.

 

Gongur restin av árinum sum vanligt, koma hesar vikurnar neyvan at ávirka samlaða úrslitið, heldur Jógvan K. Glerfoss.

 

Ávirkar ætlanirnar

Korona fer tó at ávirka ætlanirnar hjá felagnum næstu tíðina. Tey ætlaðu at seta fleiri fólk í starv, men hetta bíða tey við fyribils.

 

Eisini var ætlanin at selja Crew Management-skipanina - ein skipan við vaktarætlan, førleikaskráseting o.ø – í frálandavinnuni uttanlands.

 

- Vit hava framvegis ætlanir um at selja skipanina uttanlands og hava sett pengar og fólk av til hetta arbeiðið. Men vit ásanna samstundis, at beint nú er kanska ikki besta løtan at banka á dyrnar hjá offshore-feløgunum, sigur Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra.

 

Merkt lítið til korona

Ein onnur KT-fyritøka, Stýr, letur eisini væl at. Stýr hevur 9 fólk í starvi, og tey ráðgeva í KT-loysnum og fíggjarstýring. Flestu av teirra kundum eru privatar fyritøkur.

 

- Vit hava ikki merkt nógvar avleiðingar av korona. Onkur fyritøka hevur útsett okkurt keyp, men hinvegin hava aðrar fyritøkur framskundað íløgur í nethandil. So vit hava havt eitt sindur minni av onkrum og meira av onkrum øðrum, sigur Snæbjørn Jacobsen, stjóri í Stýr.

 

Kundaskarin hjá fyritøkuni er rættiliga breiður innan vinnulívið – framleiðsla, handverk, heilsøla, fiskivinna og tænastuvinna. Fáir kundar eru innan ferðavinnu og gistingarhús, ið jú hava verið hart rakt av korona-tiltøkunum.

 

Ætlanir á stand by

Umsetningurin hjá Stýr verður neyvan minni enn í fjør, men í mun til tað, sum tey høvdu ætlað sær, fer korona at hava eina ávirkan. Tey ætlaðu at seta nýggj fólk í starv. Tey høvdu lýst og fingið fleiri skikkaðar umsøkjarar. Men so kom korona, og alt bleiv sett á stand by.

 

Snæbjørn Jacobsen væntar, at umsetningurin í ár verður ikki verri enn í fjør.

 

- Eg haldi, vit hava vøkstur í søluni. Men í mun til tað, vit ætlaðu okkum fyri 2020, so verður talan um verri úrslit, sigur hann. Í løtuni seta tey ikki stórar ætlanir í gongd, men síggja tíðina ann.

 

Meira at gera hjá Qodio

Samskiftisfyritøkan, Qodio, sum ger heimasíður og grafiskt arbeiði, hevur eisini havt úr at gera, hóast korona hevur herjað.

 

- Faktisk hevur korona ikki ávirkað nakað sum helst. Jú, vit hava kanska havt meira at gera, sigur stjórin í Qodio, Jógvan Andersen.

 

Tá korona kom í mars hevði Qodio nóg mikið av ordrum niðurfyri. Og so fekk fyritøkan fleiri uppgávur aftrat. Hetta var frá fyritøkum, sum júst orsakað av korona, knappliga fingu stundir til at dagføra og tillaga heimasíðuna. Eisini komu uppgávur frá myndugleikunum viðvíkjandi ymsari kunning um korona.

 

Hugsa meira net nú

Fimm fólk starvast hjá Qodio. Ongin er uppsagdur, og heldur ongin hevur verið í koronaskipanini hjá ALS. Kundaskarin er bæði land, kommunur og privatar fyritøkur.

 

-Tað er kanska ov nógv at siga, at tað gongur betur enn í fjør, men tað er í øllum førum ikki verri, sigur Jógvan Andersen.

 

At korona fekk nógvar fyritøkur og skúlar at flyta samskiftið á netið, er ein fyrimunur fyri KT-vinnugreinina.

 

- Áðrenn korona hugsaðu fólk vanliga ikki um at hava fundir á netium, men nú er tað vanligt. Hetta gevur effektivitet – og sparingar. Fólk hugsa meira um loysnir á netinum, og tað er gott fyri okkara bransju, sigur Jógvan Andersen.

 

Úr at gera hjá Fuglark

Hjá arkitektavirkinum, Fuglark, eru tey eisini sera væl nøgd.

 

- Vit hava ongantíð havt meira at gera enn nú, sigur Svend Sivertsen, stjóri í Fuglark, sum hevur átta fólk í starvi.

 

Ongar uppgávur hjá Fuglark eru steðgaðar. Tvørturímóti hevur fyritøkan fingið fleiri uppgávur aftrat seinastu tíðina. Hetta eru serliga uppgávur viðvíkjandi skúlum og eldraøki.

 

Privatar fyritøkur eru eisini ein størri og størri partur av kundahópinum, m.a. til íbúðarverkætlanir, umframt at eisini privatfólk brúka Fuglark, tá tey skulu byggja hús.

 

Fuglark var saman við donsku arkitektafyritøkuni, BIG, við til at tekna Glasir og hava eisini gjørt skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, sum er latin upp í ár.

 

Afturstig á veg

Hóast tað gongur sera væl hjá Fuglark nú, so sigur stjórin, at alt er ikki ljósareytt í ráðgevaravinnuni innan bygging. Onkrar fyritøkur hava tað tungt í løtuni, og uppsagnir eru eisini í summum virkjum, sigur Svend Sivertsen, sum umframt at vera stjóri í Fuglark, eisini er formaður í Arkitektafelag Føroya.

 

Hann væntar, at tað verður eitt afturstig í føroysku byggivinnuni - helst frá 2021.

 

- Fleiri stórar uppgávur eru um at vera lidnar, og í løtuni eru ikki útlit til so nógvar stórar verkætlanir hjá byggifyritøkunum, sigur Svend Sivertsen.

 

Hann staðfestir samstundis, at tað helst verða arkitektavirkini, sum fara at merkja eina møguliga afturgongd fyrst, tí arkitektarnir eru teir fyrstu í byggi-føðiketuni.

 

Nóg mikið í ár

Ein onnur arkitektafyritøka, SNA, hevur somuleiðis verið lítið darvað av korona. Ongin verkætlan er steðgað orsakað av korona. Onkur uppgáva er útsett eitt sindur, tí ein kommuna líka vildi síggja tíðina ann, men annars er ongin broyting í uppgávum, sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA.

 

SNA sendi flestu av 20 starvsfólkini til hús at arbeiða beinanvegin í mars fyri at avmarka smittuvandan. Hóast heimaarbeiðsplássini vórðu sett upp frá einum degi til annan, hevur tað gingið væl at arbeiða heimanífrá og hava fundir á Teams, heldur Selmar Nielsen.

 

SNA hava ikki havt fólk í koronaskipanini hjá ALS, og ongin er uppsagdur vegna korona. Viðvíkjandi umsetningi hevur gingið nøkulunda sum fíggjarætlanin fyri árið segði.

Sum er, sær ordrabókin góð út, men Selmar Nielsen ásannar, at tað í vinnuni er ein ávís óvissa um uppgávur í framtíðini, nú nógvar stórar byggiverkætlanir kring landið eru lidnar ella eru um at vera lidnar.

 

- Í ár sær skilagott út, og vit hava nóg mikið av uppgávum í løtuni. Onkrar uppgávur hjá okkum strekkja seg inn í 2021 og 2022. Vit síggja sjáldan nógv meira enn eitt ár fram, so á tann hátt er onki øðrvísi. Men tað er eitt sindur ringt í løtuni at fáa eyga á stórar uppgávur, sum liggja fyri framman, sigur Selmar Nielsen.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Almennu tølini, sum finnast fyri íløguætlanir næstu árini, eru mangulfull og eru ikki nøktandi grundarlag hjá vinnuni at planleggja eftir.

 

Vit eru sloppin sera væl í Føroyum viðvíkjandi smittu. Hvussu nógv korona fer at ávirka byggivinnuna í Føroyum frameftir, er trupult at siga. Tað má tíðin vísa, sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi