Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 22. juni 2020
Góð undirtøka fyri webinari um arbeiðarasáttmálarnar
Hósdagin í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri webinari um semjuna við tey fimm arbeiðarafeløgini.

Á fundinum var m.a. greitt frá, at sáttmálarnir eru galdandi frá 1. mai 2020, men lønarhækkingarnar í 2020 eru útsettar til 1. august. Tá hækkar bæði lønin og eftirlønin.

 

Um limir vilja vita meira um broytingarnar frá hesum samráðingunum, ber til at venda sær til industry@industry.fo. So verður framløgan send limum. Eisini ber til at venda sær til Vinnuhúsið beinleiðis.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi