Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 31. august 2020
Vitjan av Dansk Arbejdsgiverforening (DA) og Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH)
Í farnu viku hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag vitjan av DA og FH. Feløgini vóru í Føroyum sum liður í regluliga fundinum, sum umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar á danska arbeiðsmarknaðinum hava ímillum tær vanligu sáttmálasamráðingarnar.

 

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjóðaði teimum vælkomnum til Føroyar. Síðani greiddi Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, frá um føroyskt vinnulív og um føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

Dansk Arbejdsgiverforening er eitt meginfelag fyri 14 arbeiðsgevarafeløg á privata arbeiðsmarknaðinum. DA stendur sostatt fyri sáttmálasamráðingum á privata arbeiðsmarknaðinum og arbeiðir fyri at fremja kappingarføri hjá donskum fyritøkum og umstøður at reka vinnu í Danmark.

 

Fagbevægelsens Hovedorganisation er tann størsti tvørfakligi felagsskapurin, sum umboðar 1,3 mió løntakarar í Danmark. FH er ein samanlegging av Landsorganisationen i Danmark (LO) og Funktionærernes og Tjenestemændenes Fællesråd (FTF).

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi