Tíðindi: Havbúnaður Ι 14. september 2020
Aliráðstevnan útsett
Árliga Aliráðstevnan, sum eftir ætlan skuldi verið hildin 5. mars 2021, er fyribils útsett.

Orsøkin er óvissan, hvørt tað fer at bera til at halda eitt so stórt tiltak sum Aliráðstevnuna tá, orsakað av COVID-19 farsóttini og teimum fyribyrgjandi tiltøkunum, sum eru sett í verk.

 

Aliráðstevnan hevur seinastu árini savnað omanfyri 400 luttakarar, sum hava hitst við tí endamáli at fáa nýggja vitan og fyri at netverka.

 

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar Aliráðstevnuna, og felagið fer í vár at meta um útlitini fyri at stevnan kann haldast um heystið í 2021 í staðin.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi