Tíðindi: Handilsvinna Ι 28. september 2020
Gamalt brand í nýggjan samleika
Størsta handilssamtakið á danska smásølumarknaðinum skifti í 2018 navn og samleika frá Dansk Supermarked til Salling Group.

Handilssamtakið skuldi nú marknaðarførast við einum nýggjum og øðrvísi brandi, sum var væl og virðiliga fyrireikað frammanundan, men bar tað yvirhøvur til at broyta fatanina av einum so kjølfestum brandi, sum Dansk Supermarked var? Hvussu varð hetta gjørt? Og hevur tað yvirhøvur verið stríðið vert?

 

Hetta hevur Mads Hvidved Grand havt ein fyrilestur um í Handilsvinnufelagnum. Mads Hvidved Grand er fyrrverandi samskiftisstjóri í Salling Group.

 

 

Fyrilesturin varð hildin samsvarandi galdandi koronatilmælum á Hotel Hilton Garden Inn, hósdagin tann 24. september.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi