Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 15. oktober 2020
Semja um handverkarasáttmálan
Semjan er á sama støði sum við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.


 

Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna hava seinnapartin í dag skrivað undir nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2020 – 1. oktober 2022.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 1,95% 1. januar 2021 og 1,25% 1. oktober 2021, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi