Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 19. oktober 2020
Kunningartiltak um semjuna við handverkarafeløgini
Hósdagin 22. oktober kl. 15.00 verður greitt frá semjuni við handverkarafeløgini og um broytingarnar í sáttmálunum. Tiltakið verður í Vinnuhúsinum og verður eisini stroymt.

Føroya Handverksmeistarafelag /Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna skrivaðu hósdagin í farnu viku undir nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Á kunningartiltakinum verður greitt nærri frá broytingunum í høvuðssáttmálanum, fastlønarsáttmálanum og lærlingasáttmálanum umframt lønarhækkingina hetta tíðarskeiðið.

 

Tiltakið er fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Neyðugt er at melda seg til við annaðhvørt at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi