Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 09. november 2020
Tvær stórar fiskavørumessur útsettar orsakað av COVID-19
Bæði messan í Boston og messan í Barcelona fyribils útsettar til seinni í 2021

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, er enn einaferð ávirkað av COVID-19 støðuni kring heimin, nú 2021 útgávan er útsett til seinni í árinum. Messan skuldi upprunaliga vera hildin 27.-29. apríl 2021, men er nú flutt til 7.-9. september 2021. 2020-útgávan av messuni varð fyrst útsett og síðani avlýst, og nú er 2021-útgávan av messuni so eisini útsett.

 

Føroyingar hava í nógv ár luttikið á Seafood Expo Global, sum frá byrjan hevur verið hildin í Brussel. Messan er frá 2021 og frameftir flutt úr Brussel til Barcelona.

 

Føroyar hava síðan messan byrjaði fyrst í 90’unum haft ein landabás á messuni, og landabásurin í 2021 verður ætlandi tann størsti básurin, føroyskir fiskaútflytarar nakrantíð hava havt.

 

Seafood Expo North America, sum verður hildin í Boston á hvørjum ári, er eisini útsett. Messan skuldi upprunaliga vera 14.-16. mars 2021, men enn er ógreitt júst nær messan verður hildin. Fyrireikararnir miðja tó eftir at halda messuna um miðjan juli 2021.

 

Vanliga luttaka teir føroysku fiskavøruframleiðararnir, sum útflyta til norðuramerikanska marknaðin eisini á messuni í Boston, men Føroyar hava ikki nakran landabás har.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi