Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. november 2020
Tiltøkini um datavernd halda fram
Eftir eitt væl eydnað tiltak um datatrygd í Klaksvík í farnu viku, verður tiltakið hesa ferð í Tórshavn. Eftir hetta verður farið til Suðuroyar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltakið um nýggju Dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum.

 

Tiltakið verður á Hotel Brandan mikudagin 18. november kl. 14.00

 

Skráin er hendan:

-   Soleiðis gert, tá nýggj Dataverndarlóg kemur - Ulla Joensen, KT-felagið
-   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið
-   Case: soleiðis komu vit ígongd – Poula Michelsen, PM

 

Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo

 

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo

 

Seiasta tiltakið um datatrygd verður í Salt á Drelnesi mánadagin 30. november kl. 14.00

 

Endamálið við tiltakunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi