Tíðindi: Ferðavinna Ι 07. desember 2020
Komandi ferðaleiðarar fingið innlit í vinnulig viðurskifti
26 skeiðsluttakarar frá ferðaleiðaraskeiðnum í Vestmanna vóru mikudagin í farnu viku í Vinnuhúsinum og fingu innlit í vinnulig viðurskifti.

 

Í ár verður ferðaleiðaraskeið fyriskipað á Miðnámi í Vestmanna á triðja sinni. Fyrstu ferðaleiðararnir í Vestmanna fingu prógv í 2018.

 

Komandi ferðaleiðararnir fingu kunning um ymisk vinnuviðurskifti. M.a. var kunnað um hvørjar uppgávurnar hjá arbeiðsgevarafeløgunum og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum eru og harumframt um, hvussu okkara arbeiðsmarknaður er skipaður, í hvørjum vinnugreinum fólk í Føroyum arbeiða og hvussu arbeiðsvirkin vit eru. Somuleiðis var kunnað um tær ymisku vinnugreinarnar, hvussu tær arbeiða á hvørjum marknaðum o.l.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi