Tíðindi: Áskoðan Ι 21. desember 2020
Árið ið fór
Nú 2020 líður ímóti endanum, kunnu vit líta aftur á eitt ár, sum hevur verið væl øðrvísi enn nøkur forsøgn hevði spátt um frammanundan, og hetta kemur eisini at merkja útlitini fyri komandi ár.

Um hesa tíðina í fjør hevði eingin nakran møguleika at ímynda sær, hvussu hetta árið fór at hátta sær. Koronafarsóttin var ikki partur av nakrari forsøgn, og tí hava avleiðingarnar av koronatiltøkunum endavent øllum forsøgnum fyri árið í ár.

 

Tá vit komu inn í hetta árið var manglandi arbeiðsmegi størsta avbjóðingin hjá føroysku vinnuni. Vinnan visti tó, at trýstið fór at minka út á árið, tí fleiri størri verkætlanir fóru at verða lidnar í hesum árinum. Henda forsøgnin kann nú staðfestast. Fleiri stórar verkætlanir eru nú lidnar og stígur er komin í lønar­gjald­ingar­nar.

 

Um somu tíð í fjør hoyrdust søgur um eina koronafarsótt í Kina, men tað vóru helst fá, ið ímyndaðu sær, hvørjar avleiðingar henda farsóttin fór at fáa fyri heimssamfelagið, bert fáar mánaðir seinni. Tíðliga í hesum árinum spjaddi koronafarsóttin seg um allan heimin, og í mars vórðu stórir partar av heims­samfelagnum læstir niður, fyri at fáa tamarhald á smittuspjaðingini.

 

IMF metti fyrr í ár, at búskaparligu avleiðingarnar av koronafarsóttini eru nógv ógvusligari og meira umfatandi enn nakar annar skelkur, sum er skrásettur í heims­búskapinum í nýggjari tíð ella í friðar tíð yvirhøvur.

 

Hóast ávísar vinnugreinar hava verið serstakliga hart raktar av koronatiltøkunum, so er samlaði føroyski búskapurin higartil komin væl ígjøgnum koronakreppuni. Hetta kemst millum annað av, at føroyski búskapurin var yvirupphitaður og sprutt kókaði, tá ið koronatiltøkini vórðu sett í verk.

 

Koronatiltøkini noyddu føroysku ferðaskrivstovurnar at venda kundunum í hurðini, tí nú bar ikki til at fara av landinum at ferðast. Ein partur av pengunum, ið varð settur av at ferðast uttanlands fyri, er brúktur í heimligu handilsvinnuni og til at ferðast fyri í egnum landi. Tað sæst m.a. aftur við øktari sølu av byggitilfari, húsbúnaði, klæðum, vanligum gerandisvørum umframt stóra talið av føroyingum, sum vitjaðu kring landið í summar.

 

Tiltøkini við lønarískoyti frá ALS og almennu hjálparpakkunum hava somuleiðis loftað og hildið hondini undir ringastu avleiðingunum av koronakreppuni higartil, men koronakreppan hevur framvegis stórar avleiðingar fyri føroysku útflutningsvinnurnar. Koronatiltøkini hava læst nógvar útflutningsmarknaðir niður, prísirnir hava verið lægri, og flutningur til fjarskotnar marknaðir hevur verið trupul.

 

Hóast Korona hevur fylt stóran part av tíðindaflutninginum í almenna rúminum í ár, so rúmar 2020 eisini aðrar hendingar. Í november var forsetaval í USA og kommunuval í Føroyum. Brexit varð eisini veruleiki í ár. Bretland fór úr ES 31. januar við einari skiftistíð til 31. desember 2020. Skiftistíðin skuldi brúkast til at finna fram til, hvussu viðurskiftini millum ES og Bretland skulu skipast frameftir.

 

Hvussu er støðan so nú vit standa á gáttini til 2021?

 

Hesa tíðina í fjør var føroyska arbeiðsloysið 0,9%. Nýggjastu tølini fyri arbeiðsloysið eru fyri september í ár, og tá var arbeiðsloysið 1,4%. Arbeiðsloysið er tí framvegis lágt, og ávísar vinnugreinar hava enn avbjóðingar við at útvega arbeiðsmegi, men ordrabøkurnar í byggivinnuni eru væl minni nú, saman­borið við somu tíð í fjør.

 

Korona hongur framvegis sum ein tungur skýggi yvir okkum, men nú hómast ljós fyri framman. Koronavaksinan verður veruleiki fyrsta dagin, men tað fer at taka tíð at breiða vaksinuna út til allar partar av heiminum. Tí fara ferða- og útflutningsvinnurnar at merkja avleiðingarnar av koronatiltøku­num í eina tíð enn, áðrenn vaksinan megnar at venda gongdini.

 

Forsetaskiftið verður í USA í januar 2021, men hetta fer neyvan at merkja støðu okkara í heims­sam­felag­num komandi ár. Nývaldu bý- og bygdaráðini kring landið taka við 1. januar 2021, og Føroya Arbeiðs­gevara­felag fer at ynskja teimum góða eydnu og blíðan byr, nú tey fara at seta út í kortið fyrst í komandi ári.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í hesum sambandi at nýta høvið til at heita á bý- og bygdaráðini um at leggja langtíðarætlanir, soleiðis at vit fáa eina javna og støðuga útbygging og menning av føroyska samfelagnum frameftir.

 

Altjóða samhandil hevur alt at siga fyri vælstandin í føroyska samfelagnum, og tí hevur tað stóran týdning, at vit hava skipaði handilsviðurskifti við Bretland, eisini tá ið Bretland fer endaliga úr ES. Rúm er framvegis fyri betringum í okkara handilsavtalu við Bretland, og vónandi nýtir landsstýrið orkuna til eina víðari liberalisering av handilsavtaluni við Bretland.

 

Eisini óvissan um fiskiskap í bretskum sjógvi eftir nýggjár, skapar ørkymlan í vinnuni.

 

Støðan er tí væl øðrvísi nú, vit eru á veg inn í 2021, samanborið við somu tíð í fjør, tá ið vit vóru á veg inn í hetta árið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi